Drukna í burturkasti

IRF noyðist nú a senda burkast til Havnar at brenna, tí nøgdin er so nógv vaksin, at støðin í Leirvík er komin í neyð. - Vit mugu nú øll samstarva um endurnýtslu, sigur Poul Andrias, stjóri á IRF

Tað eru ikki so nógv var síðan, vit høvdu hart orðaskifti um, hví tvær brennistøðir skuldu byggjast í Føroyum. Tað varð skýrt vitleyst og prógv um klandur og stríð.

Nú hava brennistøðirnar ov mikið at brenna, og veksur nøgdin við somu ferð sum síðan seinasta ár, koma báðar brennistøðirnar í neyð um tvey ár.

Tað metir Poul Andrias Joensen, stjóri á brennistøðini í Leirvík.

Beint sum brennistøðin á Sandvíkajalla var bygd, vóru eitt stutt trupulleikar, og tann støðin noyddist at senda burturkastið til Leirvíkar at brenna. Men annars hevur hvør støðin brent sítt. Brennistøðin á Sandvíkahjalla burturkastið úr Suðurstreymi og støðina á Hagaleiti frá restini av Føroyum.

Men nú er nøgdin av burturkasti vaksin so nógv, at støðin hjá IRF hesa vikuna noyðist at beina umleið 800 rúmmetrar av burturkasti úr Klaksvík, Suðuroynni og úr Vágum til Havnar at brenna.

- Støðin í Havn orkar fyribils at brenna meira enn støðin fær av burturkasti úr Suðuroynni, sigur Mikkjal Absalonsen, stjóri á Kommunalu Orku- & Brennistøðini í Havn.


Báðar støðirnar

koma í neyð

Tað verður tó ikki bara hesa vikuna, at støðin í Havn noyðist at hjálpa hinari. Nøgdin av burturkasti veksur alsamt, so tað verður framyvir ofta neyðugt hjá støðini í Havn at taka burturav.

Tingingar eru tí nú millum støðirnar um framtíðar samstarv.

Í 1995 tók støðin í Leirvík ímóti 12,227 tonsum, og í fjør 13.722 tonsum. Í ár væntaðu tey, at nøgdin fór at verða umleið 14.000, men hon verður nærri 14.500.

Tað er serliga seinna partin av árinum, at støðin hevur fingið so nógv meira at brenna.


Alt fer í ovnin

Poul Andrias Joensen, stjóri á IRF, heldur fleiri orsøkir vera til vaksandi nøgdina av brturkasti.

Ein orsøk er, at nú fer at kalla einki burturkast á sjógv. Alt, sum skal burtur fer til brennistøðirnar.

Haraftrat sæst væl, at virksemið í landinum økist, tí tað kemur væl meira bæði frá húshaldum og virkjum.

Óivað heur tað eisini gjørt sítt til vaksandi nøgdina, at meira hevur verið gjørt við at rudda í bygdum og býum, tá kappingin var um reinastu bygdina í Føroyum.

Vøksturin í mun til í ár hjá IRF er 8% og sama vøkstur hevur støðin í Havn havt.

Poul Andrias evur roknað seg fram til, at um vøksturin komandi árini verður 5%, fáa báðar stðirnar trupulleikar við at brenna alt burturkastið ár 2000. Verður vøksturin 8% sum nú, koma trupulleikarnir um tvey ár.


Meira endurnýtslu

- Tað besta, vit kunnu gera, er at arbeiða meira við endurnýtslu. At endurnýta alt, sum endurnýtast kann, sigur Poul Andrias.

Tað er samstundis ein sannroynd, at tyrvingarplássini skjótt fyllast upp.

Tí hevur IRF mælt landsstýrinum til at áseta eitt umhvørvisgjald, soleiðis at alt gamalt jarn kann savnast inn og sendast av landinum.

IRF hevur ta fatan at landsstýrismaðurin er fyri hesi ætlan, men tað er kortini ikki hent meira í tí málinum enn.


Kompoststøðir

Ein onnur ætlan hjá IRF er at byggja eina kompoststøð í hvørji oyggj, soleiðis at einki lívrunnið burturkast verður koyrt í ovnin, men fer í kompost og harvið verður aftur til mold.

Longu í ár ætlar IRF sum eina roynd at byggja ta fyrstu støðina í Skúvoy.

Næsta stigið so verður at skilja tað pappírið, sum kan endurnýtast, frá.


Fleiri umhvørvistiltøk

IRF hevur eisini sett bingjur til glas upp í Leirvík, Klaksvík, á Eiði, í Runavík, Vestmanna, Skopun og í Vági. Ein bingja er til klárt glas og ein til litað glas á hvørjum staðnum, og fólk brúka at koyra glas í hesar bingjur.

Eitt annað tiltak hjá IRF eru tangar við bryggjurnar, og har kunnu teir , sum hava bátar, koyra spillolju í, og íløt eru eisini til skitnar tvistar o.t.l.

- Øll hesi tiltøk, sum bæði tæna umhvørvinum og minka um tað, ið brennast skal, kosta, og vit mugu fíggja tey sjalv. Alt kemur ikki eftir einum degi, og umráðandi er, at øll vilja spæla við, sigur Poul Andrias.