Drykkjumenn í Filadelfia

Í bilhúsinum undir samkomuni Filadelfia í Havn hava nakrir drykkjumenn ofta lyndi til at savnast um eina øl ella tvær. Tey í Filadelfia eru væl varug við, at teir eru har, men teir verða ikki blakaðir út á gøtuna, siga tey úr Filadelfia

Ingrid Bjarnastein

Teir eru nakrir, ið plaga at savnast í bilhúsinum undir samkomuni Filadelfia í Havn. Ein øl er ofta miðpunktið, og verður bilhúsið nýtt sum skjól fyri vindi og regni, tí undir tekjuni er um ikki annað turt um ikki beinleiðis so heitt.
- Tað eru nakrir, ið plaga at standa har inni, sigur Marner við Skipá úr Filadelfia. ? Eg veit ikki, hvørjir teir eru, men vit lova teimum so at vera har, og vit fara ikki at blaka teir út. Eg plagi onkuntíð at biðja teir taka ein kust og fáa alt óruddið, sum teir hava út, tí tað sær ikki pent út tá fólk skulu til møti, og parkera bilin har, at ølfløskur, proppar og sigarettstubbar liggja og sløðast um alt bilhúsið.
Restorff´s Bryggjarí liggur eisini á Landavegnum, har Filadelfia liggur. Marner heldur, at tá hesir góðu menn hava verið hjá Restorff og fylt sær ein posa við øl, so er lag á manni bert at gloppa hurðina til bilhúsið soleiðis, at sloppið verður innum. So gerast teir um ikki annað ikki vátir.
? Teir hava onkuntíð lyndi til at mestsum gera sær eitt tilhaldsstað í bilhúsinum hjá okkum. Seta borð og okkurt líknandi upp, men tað ber nú einaferð ikki rættiliga til. Vit kunnu ikki hava ov nógv standandi inni har, tí bilhúsini eru jú til bilar, greiðir Marner frá.
Marner við Skipá leggur tó dent á, at hatta eru hølir teir hava funnið sjálvir. Teir eru komnir har av sínum eintingum, og ætlanin er ikki at blaka teir út. Men at biðja teir taka upp eftir sær, og fáa ølfløskur og proppar av vegnum, heldur Marner er ikki ov nógv at biðja um.