Roknskapir
Sum tað framgongur aðrastaðni í blaðnum, so sýnir Rokskaparanalysan 2000 hjá KPMG, at bæði søla og vinningur hjá føroyskum fyritøkum stendur í vøkstri.
Umframt at hetta sjálvsagt er ein góð støða hjá virkiseigarunum, so sæst hetta eisini aftur í samfelagnum sum heild.
Lønarútgjaldingarnar hjá teimum 52 virkjunum, sum analysan umfatar, eru í 1999 øktar við 16% í mun til 1998. Í mun til 1995 er talan um eina øking upp á 65%.
Økingin stavar bæði frá einum øktum starvsfólkatali, og øktari læn fyri hvørt starvsfólki sær.
Talið av starvsfólkum er í mun til 1998 økt við 8%, og í mun til ?95 við 42%. Samstundis er lønarútgjaldingin pr. starvsfólk økt við 8% í mun til 1998 og við góðum 15% í mun til 1995.