Dysturin varð spældur leygardagin, og í hesum sambandi var ein donsk dómara-trio sett at døma dystin - Kim Verbrugh Larsen, saman við linjuverjum sínum Preben Jacobsen og Edin Busuladzic.
Og teir komu av sonnum í eldin: Dysturin innihelt sjey mál, seks ávaringar, eitt brotsspark og eitt mál, ið ikki varð dømt, orsakað av rangstøðu.
- Nei, hetta var ikki "a walk in the park", sum tikið verður til.
Føroysku leikararnir vóru heldur ikki bangnir fyri at siga sína erligu meining við dómaran, tá hann var ov mildur: ”For hæælve, din danske dommer, kom nu med det gule kort”, tók onkur so rámandi til.
Í dystinum legði Undrið seg annars á odda bæði 2-1 og 3-1, men í síðsta minutti fekk KÍ sigursmálið til 4-3.