? Tað sær út sum, at nógv av teimum, sum koyra bil, ikki geva sær far um, hvussu ljósini skulu brúkast. Hetta sigur ein maður av bygd, sum nú um dagarnar ringdi til Sosialin at kæra sína neyð. Hann heldur, at tað hevur so ómetaliga stjóran týdning, serliga í myrku tíðini, at ljósini verða brúkt rætt.
? Alt ov lítið verður hugsað um vandan, ið kann standast av, at ljósini ikki verða sløkt, tá tey ikki eiga at lýsa. Hann heldur, at annaðhvørt er lógin ov illa lýst, ella er hetta ein ófyrigevilig líkasala, sum valdar.
Og vit kunnu bara geva manninum rætt, tá hann vísir á, at fólk javnan lata bilin standa og lýsa beint ímóti ferðsluni, meðan tey fara í ein handil at keypa. Hetta setir bæði fótgangarar og bilaferðsluna annars í stóran vanda.
Í Havn er hesin trupulleikin eisini eyðsýndur, ikki minst uttan fyri skúlarnar í býnum. Fólk sleppa børnum av, men tveita tey samstundis út í eina deyðsfellu, tí tey blenda mótkoyrandi ferðsluna.
? Ein óskikkur afturat at nevna er brúkið av tokulyktum, sigur maðurin. Fleiri av nýggju bilunum hava góðar og sterkar tokulyktir, men tað eru einanas roknaðar til at brúka, tá tað er myrkt í mjørka. ? Men tíverri lýsa tær hjá mongum alla tíðina og eru til miklan ampa fyri hini í ferðsluni, vísur maðurin á. Hann heldur, at í hesum máli vantar upplýsing í stóran mun.
? Tað vísir seg at vera sera trupult at fáa fólk at nýta ljósini á bilinum rætt, staðfestir Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd. Hann sigur, at tað er sera tungt hjá Ferðslutrygd at skipa fyri stórum lýsingarátøkum, sum kanska bara høvdu bøtt um støðuna eina tíð.
? Hetta er ein løgin trupulleiki. Fólk síggja ikki síni egnu ljós, og tey hugsa mest um seg sjálvan. Gjørdu vit eina stóra herferð, so høvdu vit kanska broytt hugburð hjá 10% av bilførarunum, men tað vísir seg, at tá ein tíð er fráliðin, so er galið aftur, sigur Jón Kragesteen.
Ferðslutrygd hevur ikki neyðugu fíggjarligu orkuna til at fara undir slíkar herferðir, og tí eru heldur ongar ætlanir um slíkt júst nú. Men Jón Kragesteen vísir á, at um ferðin varð sett niður á teimum støðum, har hesin trupulleikin er, so minkaði vandin nógv.
Fyrr í ár skipaði Ferðslutrygd fyri eini ferð til Trollhättan í Svøríki, har tey hava gjørt sera nógva gransking innan ferðslutrygd. Við í ferðalagnum vóru politikarar, fólk, ið fáast við ferðslu og fjølmiðlarnir. Har sóu føroyingar í verki, hvussu sviiar halda, at ferðslutrygdin verður best vard. Niðurstøðan frá hesum túri kann lýsast stutt við, at har bilar kunnu koyra skjótt, skal eingin mótkoyrandi ferðsla verða. Har vegir krossa koyrbreytina, skal ferðin setast niður, og har fólk ferðast á koyribreytini skal ferðin heilt niður á 30 km/t.
Jón Kragesteen heldur, at t. d. við skúlarnar í Havn átti ferðin at verið sett niður á 30 km/t, og har átti koyrbreytin at verði gjørd soleiðis, at ikki bar til at koyra framvið bilunum, sum seta børnini av.
? Hetta hevði darvað ferðsluna nakað, men vit høvdu vunnið tað aftur við trygdini, sigur Jón Kragesteen.