Rannvá og Marianna settu sær seinasta summar fyri at gera okkurt øðrvísi listarligt til ungar føroyingar. Tær ynsktu at bróta vanligu fatanina av hvat list er og vísa á, at list ikki bert er málningar, sum hanga á einum hvítum veggi, við einum ávísum millumrúmi.
Tað eydnaðist sera væl, og nú eru tær bidnar um at koma til Berlin og London við framsýningini »Dukkumentar«
Berlin
3.- 4. juni verður møguleiki at síggja video installatiónina »Dukkumentar«
í Týsklandi. Framsýningin verður í gallarí Salonk Zutteronk í Berlin, ið hevur víst
stóran áhuga í verkætlanini.
Men Marianna og rannvá halda fast um tað óvanliga, og tær ætla eisini at sláa eitt slag fyri føroysku ferðavinnuna. Talan verður nevniliga eisini um eitt kunnandi føroyskt vikuskifti. Føroyar verða umboðaðar við tilfari frá føroyskum ferðastovum og myndum úr serføroyska myndasavninum hjá tónleikabólkinum Dejavu.
Á framsýningini er eisini ein løta sett av til spurningar, ið vitjandi hava antin um dukkumentarin ella føroysk um viðurskifti.
Fyrireikingararbeiðið til framsýningina hevur gingið væl, og Marianna og Rannvá siga seg hava fingið sera góða hjálp frá ymiskum ferðastovum, ið hava latið plakatir, faldarar og videoklipp um Føroyar.
Salonk Zutteronk, har tær skulu sýna fram, er ein av teimum ungdómssinnaðu gallaríunum í Berlin, ið bæði hýsur list og café lívi.
Fólk hava sýnt tiltakinum stóran áhuga, og tær rokna tí við, at tiltakið verður sera vælvitjað.
London
Aftaná tiltakið í Berlin verður framsýningin sett upp í London.
Tað er Nottinghill Arts Club, i hevur bjóðað »Dukkumentar« til BeachNight, sum er eitt serligt mánaðarligt tiltak, har útvald ung skandinavisk
listafólk kunnu sýna fram síni verk. Nottinghill Arts Club er ein sera
kendur klubbur fyri nýskapandi list og tónleik í London, og tey hava biðið ungu føroysku kvinnurnar koma at sýna fram.
Ólavsøka
Á ólavsøku 2005 fáa føroyingar eisini høvi at síggja og uppliva
dukkumentar í nýggjari útgávu saman vi einari nýggjari verkætlan
hjá Mariannu og Rannvá.
Í løtuni fyrireika tær eina framførslu, ið verður sýnd fram í einum spennandi ótraditiónellum umhvørvi, har eksperimenterað verður við rúmd og konstruktión. Tað er Mentamálaráðið, ið stuðlar hesi verkætlan.
Tiltakið er eitt samanspæl ímillum tvær listagreinir - dans og videolist - har útgangstøðið er at gera eina »site specific« framsýning fyri ung, har listin verður tikin út úr listasavninum og sýnd fram í einum óvanligum umhvørvi.
Eins og við framsýningini »Dukkumentar« er endamálið at skapa og menna eina mentan fyri nýskapandi ungdómslist í Føroyum.
Tað hava Marianna og Rannvá valt at gera, tí tær meta, at úrvalið av tiltøkum til posttannáringarnar tykist at vera sera avmarkað. Tískil hava tær henda aldursbólk sum málbólk.
Týdning at stuðla
Rannvá og Marianna halda tað vera av stórum týdningi at kunna og menna tey ungu listarliga. Tær vilja gera sítt til at geva íblástur til tey ungu í Føroyum, og harvið vekja áhuga fyri alternativari ungdómslist, soleiðis, at føroysku listakarmarnir verða øktir og víðkaðir.
Við øðrum orðum vilja tær geva ungum íblástur til at trúgva uppá seg sjálvan í altjóða høpi.
? Eftir at hava búð og lisið í útlondum í fleiri ár, hava vit møtt nógvum
fólki, sum hava sýnt sera stóran áhuga í Føroyum og í føroyskari list, siga tær í tíðindaskrivi.
Víðari siga tær, at tiltøk, sum eitt nú »Dukkumentar«, eru við til at seta Føroyar á heimskortið.
? Tað er tí av stórum týdningi at stuðla ungum føroyskum listafólki, ið gera um seg í útlondum - ikki bert fyri at menna føroyska list, men eisini fyri at kunna um Føroyar og føroyska list, siga tær.
Úr at gera uttanlands
Umframt at tær arbeiða við eini broyttari dukkumentar til Ólavsøkuna, hava tær úr at gera við ørðum verkætlanum.
Rannvá fyrireikar í løtuni eitt dansistykki við dansarum úr London, sum skal sýnast fram til dansifestivalin »Dansolution«, sum verður í Keypmannahavn 7.-10. september. Tá sleppa 14 útvaldir koreografar at sýna fram síni verk. Eftir sýningina verða 3 koreografar valdir út til at samstarva við
Dansescenen í eitt longri tíðarskeið, og møguliga verður Rannvá teirra millum.
Harumframt hevur Værkstedscenen í Árhus bjóða Rannvá
at arbeiða uppá eina koreografi til 3 dansarar. Hetta verkið verður framført í Føroyum seinni í ár saman við øðrum koreografium hjá Rannvá.
Marianna fyrireikar í løtuni eitt norðurlendskt tíðarrit saman við einum
svenskum fotografi. Talan er um eitt tíðarrit, sum skal lýsa
norðurlendska list og mentan á ein nýskapandi visuellan hátt.
Herfyri var video installationin, sum Marianna fekk eina design-virðirsløn fyri í juni 2004, innstillað til New Contemporaries í London, ið er ein ferðaframsýning fyri nýútbúgvin listafólk. Bert 90 av 1100 umsøkjarum sluppu við, og Marianna slapp sostatt ígjøgnum tronga nálareygað.
14.-21. oktober skal installatiónin sýnast fram í 84Ghz í
München, og meðan Marianna er í Berlin við »Dukkumentar«, fer tíðarriti BluePrint at húsa installatiónini, og sostatt fáa hana sýnda fram í London.
Marianna og Rannvá eru sostatt livandi tekin um tað, tær royna at vísa ungum føroyingum á við teirra list. Nevniliga at tað ber til at gera seg galdandi uttanlands, hóast ? ella kanska netupp tí? man kemur úr Føroyum.