Stóra sjósavnið Den Blå Planet og Egmont Publishing, sum útgevur donsku útgávuna av Anders And & Co. eru nú meldað til løgregluna.
Tað er danska Brúkaraumboðið sum meldar fyritøkurnar, og orsøkin er, at Brúkaraumboðið metir, at brot er framt á reglurnar um góðan marknaðarføringssið.
Orsøkin er blaðið frá 14. november í 2013, har Den Blå Planet er høvuðsinnihaldið. Bæði á forsíðuni og inni í sjálvum blaðnum.
Marknaðarføringslógin ásetur m.a., at fyritøkur serliga skulu vera ansnar, tá talan er um lýsingar, har børn og ung eru málbólkurin, og her metir Brúkaraumboðið, at lógin er brotin somikið ógvusliga, at neyðugt er at melda málið.
Sambært Brúkaraumboðnum viðurkenna fyritøkurnar, at lýsingartilfar og redaktionelt tilfar eru blandað saman í útgávuni. Tær verja seg tó við, at hetta er gjørt somikið sjónligt, at bæði børn og ung vistu, at talan var um lýsing.