Dupultkvartettin í Ebenezer og Vestmanna Kirkjukór í luttaka í adventshugnanum í Vestmanna Kirkju sunnudagin 28. november.
Fyrsta sunnudag í advent verður adventshugnin í Vestmanna Kirkju nakað serstakt. Undanfarin ár hava onnur kór frá ymiskum samkomum sungi. Hesaferð hevur tað eydnast Vestmanna Kirkjukóri at fáa hjálp úr Havn, við tað at Dupultkvartettin í Ebenezer kemur at luttaka.
Nýggir sangir sum Raymund Nielsen hevur umsett verða á skránni. Eisini syngur Joana Johansen solo. Aftaná adventshugnan, sum byrjar kl. 19, verður ein drekkamuður at fáa í kirkjukjallaranum, har øll eru vælkomin, siga fyrireikararnir.