Eisini menninir hjá vestmenningum máttu sum av torvheiðum, tá teir í kvøld spældu móti StÍF.
Tað eydnaðist nevnliga StÍF at vinna dystin við einum máli, hóast vestmenningar seinastu løtuna løgdu sera nógv fyri í royndunum at vinna tað mista aftur.
Fyrstu løtuna av dystinum var VÍF annars omaná, men undan steðginum vann heimaliðið seg upp á javnt. Og fyrstu løtuna eftir steðgin vunnu teir sær eina fimm-mála stóra leiðslu.
So setti VÍF ferð á. Teir togaðu spakuliga inn móti heimaliðnum, men tað eydnaðist teimum tó ikki at koma nærri enn tí eina málinum, sum var á muni til endans.
Fyri StÍF skeyt Pætur Joensen sjey mál. Agnar Joensen, Heini Hanusarson og Filip Jojic skutu fýra mál í part fyri VÍF.
StÍF-VÍF 21-20 (10-10)