Landsliðsspælarin skal í vetur royna seg í Vestmanna.
Seinasta kappingarár spældi Durita við norska Selbu. Við Norðlýsið sigur spælarin, at hon í februar fer í holt við útbúgving í Danmark, men at hon í vetur fer at spæla hondbólt í Føroyum.
- VÍF setti seg í samband við meg, og tað helt eg ljóðaði spennandi. Liðið er spennandi, og eg kenni onkrar leikarar har. M.a. Duritu Christophersen, ið eg havi spælt saman við í Stjørnuni. Eg havi altíð spælt við Stjørnuni í Føroyum og mín familja hevur altíð verið partur av Stjørnuni á onkran hátt, so hetta var eisini ein møguleiki at royna nakað nýtt. Stjørnan vísti eisini áhuga, men tá hevði eg longu gjørt avtalu við VÍF, sigur Durita K. Ljósstein við Norðlýsið.