Fýra fjallgongumenn doyðu í tveimum vanlukkum í teimum sveisisku alpunum í dag.
Sveisisku myndugleikarnir siga, at ein týskari doyði, tá hann datt oman á tí 3.971 metrar høga fjallinum Lagginhorn. Maðurin var farin niðan á fjallið saman við seks øðrum í gjár, men einar 100 metrar niðan fyri tindin misti hann javnvágina og datt oman.
Í einari aðrari vanlukku doyðu tríggir menn, tá teir royndu at sleppa niðan á Meitinjøkulin. Sveisisku myndugleikarnir siga, at ein av monnunum misti fótafestið og tók hinar við sær í fallinum. Tað er ikki greitt, hvørjum landi teir vóru úr.