Dvørgur í stórum samtaki

Oljufeløgini, sum hava leitiloyvi undir Føroyum, hava tikið seg saman í samtak, sum skal lætta um leitingarnar í framtíðini

 

Oljusamtak

Hóast tey eru stór, hava tey valt ein dvørg at vera búmerki sítt. Oljufeløgini, ið hava leitiloyvi undir Føroyum, og sum hava tikið seg saman í samtak saman við Jarðfrøðissavninum at gera komandi leitingar lættari.

Samtakið eitur Sindri og er kallað upp eftir navnframa dvørginum Sindra úr norrønu gudalæruni.

Sindri búði langt niðri í jørðini. Var sera gløggur og smiður av teimum allarbestu. Helst bestur. Tað vóru heldur ikki hissini verk, hann legði úr hondum. Eitt nú Mjølnir, hamari Tórs og ketan, sum Fenrisúlvurin varð bundin við.

Martin Heinesen, leiðari á Jarðfrøðissavninum greiðir frá, at tað var treyt, tá leitiloyvini vórðu givin, at feløgini, sum fingu hesi loyvi, skuldu binda seg til at luttaka í arbeiðinum við at gera framtíðar leitingar lættari. Tað kundi vera við at leggja pengar í eina verkætlan og við beinleiðis at taka lut í tí arbeiði, sum verkætlanin umfatar.

Tað er nevniliga als ikki lætt at leita eftir olju undir Føroyum, sigur Martin Heinesen. Basaltið undir okkum er hart og ringt at koma ígjøgnum.

?Tað er nevniliga ikki av tilvild, at øll leitiloyvini, givin eru, liggja so miðsavnað har, tey liggja, sigur hann. Har verða mettir bestir møguleikar at arbeiða við teiri tøknifrøði, vit kenna í dag.

Men kanska fara partarnir í Sindra at finna fram til aðrar hættir, sum tíðin líður.

Tað var ein treyt fyri at fáa leitiloyvi, at arbeiðið við hesi verkætlanini skal halda fram, alla tíðina, loyvini eru galdandi, sigur Martin Heinesen.

Tá finnast skuldi fram til eitt felags heiti og búmerki, varð umboðsmaðurin hjá oljufelagnum Anadarko, Johan Mortensen, settur á uppgávuna. Hann vendi sær til Jóhan Hendrik Winther Poulsen at finna eitt hóskandi navn. Og haðani er hugskotið um dvørgin Sindra komið.

Eitt frálikt hugskot, halda oljufólkini. Ímyndar intellegens, og gott arbeiði. Hann situr í jørðini og slær á meitilin, sum, hóast tøknifrøðin í dag er øðrvísi, er júst tað sama, sum oljufeløgini í dag gera. Navni er lætt at siga og kann nýtast bæði á føroyskum og enskum.

Tað er Anker Eli Petersen, sum hevur teknað búmerkið.