Fyrra FM-finalan hjá monnum millum Neistan og H71 endaði við javnleiki 25-25. Støðan í steðginum var javnleikur 14-14. Vinnur annað liðið 2. FM finaluni í Hoyvíkshøllin leygarkvøldið er tað liðið FM-vinnari 2018. Endar dysturin aftur við javnleiki verður talan um eina triðju FM-finalu sunnukvøldið-
Neistin-H71 25-25 (14-14)
Neistin: Rasmus Søby 7, Høgni Zachariassen 5, Tróndur Kragesteen 3, Torkil Hentze 3, Rune Olsen 2, Carl Herup Olsen 1 og Jónsvein Dulavík 1
H71: Peter Krogh 10, Mark Marcher 6, Rúni Vest Højgaard 3, Sigmundur Nolsøe 2, Andor Sivertsen 2, Leivur Mortensen 1 og Sigmundur Dahl 1
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann siga frá tí sera spennandi dystarendanum. Teitur Joensen var viðmerkjari.
2) Hoyr Teit Joensen taka samanum dystin.
Teitur Joensen heldur, at talan var um ein framúrskarandi hondbóltsdyst, ið var føroyskum hondbólti til miklan sóma.
Samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við toppskjúttan hjá Neistanum, Rasmus Søby og venjaran hjá Neistanum, Jeppe Borch hoyrast HER
Samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við toppskjúttan hjá H71, Peter Krogh og við venjaran hjá H71, Sonni Larsen hoyrast HER