EM-dystirnir hjá U20 manslandsliðnum vera vístir á Trappuni í Vágsbotni

Í morgin klokkan 12 spæla Føroyar móti Danmark

Talentríka føroyska U20-manslandsliðið í hondbólti spælir í morgin fyrsta dystin í bólkaspælinum í EM-endaspælinum í Porto í Portugal móti hondbóltsrisanum, Danmark. Dysturin byrjar klokkan 12.

 

Danmark er sambært veddingarfyritøkum greiður favorittur til at vinna dystin, men einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt. 

 

Fríggjadagin klokkan 12 spæla Føroyar móti Slovenia, og sunnudagin klokkan 12 spæla Føroyar móti Ungarn. Her er eisini talan um tvær sera sterkar hondbóltstjóðir. 

 

Allir tríggir dystirnir vera vístir á Trappuni í Vágsbotni í Havn, har væntandi nógvir hondbóltsfjepparar fara at savnast.

 

Dystirnir kunnu síggjast á kvf.fo.