Dystur millum liðini hjá Jóhan og Óla - beinleiðis á TV2

Seinnapartin í morgin møtast Skanderborg-Aarhus og GOG

Leygardagin klokkan 15 møtast liðini hjá Jóhan á Plógv Hansen og Óla Mittún, Skanderborg-Aarhus og GOG í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Bæði liðini løgdu fyri í kappingini við sigrum í fyrsta leikumfarinum. Skanderborg-Aarhus vann á heimavølli 40-34 á TMS Ringsted, og GOG vann á heimavølli 35-29 á Skjern.

 

Dysturin í Djurslands Bank Arena millum Skanderborg-Aarhus og GOG verður vístur beinleiðis á TV2, og fara nógvir føroyingar uttan iva at fylgja við dystinum.