Annita á Fríðriksmørk
Valevni Tjóðveldisfloksins
Løgmaður veit sjálvandi, at tað riggar ikki fyri ein løgmann ongu støðu at hava á ríkisrættarliga økinum. So hann sigur bara aftur og aftur, at støða Javnaðarfloksins liggur einastaðni mitt í millum Tjóðveldisflokkin og Sambandsflokkin. Slíkar klisjé´ir eru týpiskt at hoyra frá lítlum flokkum, sum siga seg liggja inni á miðjuni í politikki. Í okkara føri er tað, sum at hoyra Gamla Sjálvstýri, tá ið man í dag hoyrir løgmann.
Men klaverið spælir sjálvandi ikki so væl, at tú bara kanst plussa tveir flokkar saman, - í hesum føri Tjóðveldisflokkin og Sambandsflokkin, og so dividera tað úrslitið við tvey, fyri síðani at siga at úrslitið av tí er mín støða.
Tað er tað sama sum at siga at súrepli pluss bananir dividera við tvey er lig við appelsinir. Jamen, tað gevur jú onga meining!
Sama trupulleika hevur løgmaður, tá ið hann (ella ein nevnd umboðandi hann) fer til samráðingar við danir um m.a yvirtøkulógina og um uttanríkispolitisku heimildarlógirnar. Har sigur hann, at tað er ikki ein spurningur um alt ella onki, og at okur mugu finna eina pragmatiska loysn. Men um løgmaður (-sa nevnd) fer til samráðingar við tí endamálið at finna eina pragmatiska loysn, og onki útspæl hevur við í skjáttuni, so nýtist einum ikki drúgvar royndir fyri at vita, hvør ið er vinnarin av tí "pragmatisku" loysnini.
Tí er mín áheitan á landsins leiðslu um at finna síni bein í ríkisrættarliga spurninginum! Finnur hann tey, gerst hann eisini førur fyri at finna eina pragmatiska loysn og harvið førir fyri at fara til gongu móti málinum. Tað hevði sømt seg einum, sum aftur bjóðar seg fram at tala søk føroyinga eisini niðri á Danatingi.