EB/Streyms fjeppari hevði besta smsið hesaferð

Lurtararnir vóru aftur sera aktivir á sms-skipanini í "Triðja Hálvleiki" á Rás2

Besta sms´ið í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 átti ein EB/Streyms-fjeppari, sum sostatt vann tvey atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Grikkaland, leygarkvøldið 13. juni.

 

Besta smsið varð soljóðandi: "Øll sum tapa hoppa nú, hoppa nú, øll sum tapa hoppa nú, hoppa nú!"

 

Onnur góð sms sunnudagin vóru: "Smyrol suður um fjørð, søkklaðin við stigum",

"Atli fer at ringja til EIK, fyri at fáa teir at sperra kortið",

"EB/Streym - tit liggja so væl fyri teym",

"Besti áleyparin hjá AB er málverjin Heðin Stenberg",

"Vespurnar stungu í Bláu Bylgju",

"Ivan má kempa fyri at sleppa aftur í TB-málið",

"Nýggjur sponsorur hjá AB er dómarafelagið",

"Takkað verið RØDbygaard (Rúna Gaardbo) fingu vit bara javnleik",

"EB/Streymur hevur tveir vallir, men einki lið",

"Eg hevði væntað, at munurin millum ein tikara og ein frens var størri"

"Tað næsta verður: "OGUR EIGA EFFODEILDINA"."

"Nú hevur TB endiliga fingið ein eyka málverja - Ivan Stojkovic"

"Deiligt at liggja hundasjúkur, og hoyra TB koyra EB/Streym í senk".