Onga løn og EB/Streymur í fíggjarligum óføri, skrivaði Dimmalætting millum annað fyrr í vikuni og sipaði til, at fótbóltsfelagið EB/Streymur ikki hevur goldið sínum spælarum løn í ár.
– Hatta passar ikki. Dimmalætting hevur fingið nógv burtur úr ongum, sigur Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi, sum vísir aftur skuldsetingunum um, at felagið er í fíggjarligum óføri. Allir spælararnir hava ikki fingið sína løn, men tað er ikki soleiðis, at vandi er á ferð.
Spurdur um lønarviðurskiftini, ásannar Rólant Højsted, at summir spælarar ikki hava fingið alt útgoldið, tí felagið hevur lítla og onga inntøku hesa tíðina.
– Men tað er ikki óvanligt, og soleiðis hevur eisini verið undanfarnu árini. Millum annað fáa vit pengarnar frá altjóða luttøkuni í fjør á kontuna í summar. Tað er ein sannroynd, at tað er tungt og strævið at reka eitt fótbóltsfelag. Tað vita spælararnir av. Teir vita eisini, at allir spælararnir fáa sínar pengar í summar, sigur formaðurin.
Dimma undrast
Blaðstjórin á Dimmalætting, Árni Gregersen, sigur við heimasíðuna hjá Norðlýsinum, at hann ikki ordiliga skilir, hvussu Rólant Højsted nú skal siga seg avsanna nakað, sum hevur staðið í Dimmalætting, tí tvørturímóti váttar hann tað, blaðið skrivaði:
– Vit royndu fleiri ferðir at fáa fatur á formanninum í EB/Streymi, men hesin vildi ikki taka telefonina. Vit ringdu enntá til næstformannin fyri at fáa vátta, at tað vóru røttu telefonnummur, vit ringdu til, sigur blaðstjórin, ið ikki dugir at síggja, at formaðurin í EB/Streymi avsannar nakað.
– Í veruleikanum váttar hann, at felagið skyldar spælarum løn, men sigur samstundis, at teir skulu fáa løn seinni í árinum.