EB/Streymur er flutt uppaftur

2. DEILD: Steðgurin í triðbestu deildini var bara eitt ár hjá EB/Streymi, sum í dag tryggjaði sær pláss í 1. deild

EB/Streymur II Aftanfyri frá vinstru: Theodor í Búrstovu, Arnar Dam, Fróði Olsen, Elian Hansen, Gutti við Streym, Jóhannes Hansen, Áki Olsen, Óla Jákup Dahl-Olsen, Jákup Hummeland, Suni Herman Petersen, Signar Ennigarð og Sverri Mariusarson. Frammanfyri frá vinstru: Bárður Ennigarð, David Haynes, Hallgrím Madsen, Hannus Eiðisgarð, Marius Allanson, Elias Isaksen, Esteban Hurtado og Ábraham Klein Joensen Mynd: EB/Streymur

Fyri einum ári síðani flutti EB/Streymur niður úr 1. deild og í 2. deild. Tá var úrtøkan 9 stig í 27 dystum, og EB/Streymur endaði á 10. plássi.

Í dag var næstsíðsta umfar, og tá vann EB/Streymur í Hólmanum á Eiði 12-0 ímóti næstbesta liðnum hjá ÍF.

Undan síðsta umfari hevur 07 Vestur II 49 stig, Víkingur III hevur 47 stig, EB/Streymur II hevur 46 stig, og Skála II hevur 42 stig.

Síðsta umfar verður næsta leygardag – 5. oktober – og tá sær skráin soleiðis út: KÍ III – TB II, ÍF II – Royn, Víkingur III – EB/Streymur II, B68 II – Skála II, MB – AB II og FC Suðuroy II – 07 Vestur II.