EB/Streymur fær 400.000 krónur í bót, og formaðurin í EB/Streymi og tveir nevndarlimir verða útihýstir frá fótbólti í longri áramál.
Aganevndin hjá Fótbóltssambandinum er nú komin við sínum úrskurði í málinum um ólógliga pengaflutningin til EB/Streym.
Aganevndin hevur dømt EB/Streym eina bót á 400.000 krónur. Hendan bótin skal gjaldast yvir eitt tvey ára skeið í 2011 og 2012.
Høvuðspersónurin í málinum, ein fyrrverandi kassameistari í felagnum, er útihýstur frá øllum virksemi í føroyskum fótbólti í 12 ár. Núverandi formaðurin og ein nevndarlimur fingu eisini dóm upp á 12 ára útistongsul frá fótbóltsvirksemi, men Aganevndin hevur sett teirra revsing niður til 6 ár. Hetta tí Aganevndin heldur, at Loyvisumsitingin hjá FSF hevur ikki havt fullgott eftirlit við EB/Streymi, og tað eru linnandi umstøður.
Aganevndin tekur ikki støðu til spurningin um altjóða luttøku hjá EB/Streym í ár. Aganevndin sigur, at helmingurin av ólógliga pengaflutninginum var í tí tíðarskeiðnum, tá ið EB/Streymur vann sær rætt til europeiska luttøku í ár, men Aganevndin vísir í hesum parti av málinum til føroysku loyvisnevndina ella loyvisnevndina hjá UEFA.
Aganevndin hjá FSF er mannað við hesum kvinnum: Ingunn Eiriksdóttir, forkvinna, Anni á Hædd, næstforkvinna, og Sissal Kristiansen, nevndarlimur.
Avgerðin hjá Aganevndin kann kærast til Yvirkærunevndina.
Les allan úrskurðin her:
www.fsf.fo/UserImages/00004552_Kaera%2006.2011.pdf