EB/Streymur heldur fast

2. deild: Hvalbingarnir vóru bara 10, tá teir leygardagin royndu seg móti oddaliðinum

EB/Streymur-Royn 2-0 (2-0)


Stigatalvan boðaði undan dystinum frá, at stórur munur var á teimum báðum liðunum, sum skuldu royna seg á mølini, og hesin munur øktist, longu áðrenn dysturin byrjaði.


Vóru bara 10

Tað var nevnliga soleiðis, at hvalbingar so at siga ikki fingu mannað lið, tá dysturin skuldi spælast vóru sostatt bert 10 hvalbingar á vøllinum, og hetta gjørdi ikki møtumiklu uppgávuna lættari.

Tað vísti seg tó, at hóast EB/Streymur hevði greiða yvirvág í spælinum úti á vøllinum, so gekst tað teimum meira enn striltið, tá málini skuldu skjótast.

Ikki tí. Møguleikarnir trutu ikki á nakran hátt, men inn vildi bólturin so als ikki.

Sum vera man høvdu hvalbingarnir so avgjørt ikki tað stóra at skula sagt hesa løtuna. Teir royndu í størstan mun at leggja dent á verjupartin, og tá teir so fingu fatur á bóltinum, varð sparkað niðan, í vón um at álopið kundi fáa okkurt burturúr.


Brast fyri nevið

Teir á heimaliðinum tókust sera ónøgdir um, at tað soleiðis sá út til at gerast javnt, tá farast skuldi til hálvleik, men beint undan steðginum fingu teir so hol á.

Halldórur Joensen royndi at fara ígjøgnum hvalbiarverjuna, og úrslitið av roynd hansara varð, at dómarin peikaði á hvíta blettin. Brotssparkið setti Knút Vesturtún trygt í netið, og so kundu teir á heimaliðnum draga andan lættari.

Støðan gjørdist enn betri beint fyri steðgin. Jákup Martin Joensen er nú komin aftur av flatlondum, og hann økti um leiðsluna, soleiðis at støðan var 2-0 í hálvleikinum.

Tað man annars vera ein góður styrkur hjá EB/Streymi, at teir nú aftur hava Jákup Martin í hópinum. Fyrra árið royndi hann seg annars í B36, har hann eisini fekk nakrar dystir á besta liðnum, og í fjør var hann so í Danmark størsta partin av árinum.


Mundu mist

Í seinna hálvleiki gekst tað nøkunlunda soleiðis, sum roknast kuni við. Heimaliðið helt fram við greiðu yvirvágini, og hópin av málmøguleikum spurdust eisini burtur úr. Tað eydnaðist teimumk tó ongantíð at sláa sigurin rættuliga fastan, og móti endanum av dystinum var eisini um reppið, at hetta kostaði teimum stig.

Hvalbingarnir høvdu nevnliga tvær sera naskar royndir seinastu løtuna, men tað einu ferðina bjargaði stongin, og seinnu ferðina fekk málverjin vart fyri, tá ein hvalbingur slapp leysur.

Heimaliðið slapp sostatt við hvøkkinum, og teir halda framvegis fast um oddasessin, har teir eru ájavnir tvørámonnum í stigum.


EB/Streymur-Royn 2-0 (2-0)

1-0: Knút Vesturtún (br.)

2-0: Jákup Martin Joensencute;narnir bóltandi út ímóti áskoðarunum, ið sita í skvatlandi gummibátunum í bølamyrkri.

Teir tríggir tónleikararnir leggja út við etniskum jazzi, og flyta seg so yvir í føroysku klassikararnar og spæla millum annað lagið "Í búri", ið hóskar óvanliga væl til høvið.

Áhoyrararnir sita í djúpari tøgn í bátunum, meðan tónleikararnir spæla upp ímóti ekkóinum frá teirra egnum tónum. Aukustikkurin í hellinum er soleiðis vorðin, at ein tóni "hongur" í luftini í eini tíggju ella fimtan sekund. Tí er tað ikki lítið krevjandi hjá tónleikarunum, ið allatíðina mugu fylgja við ekkóinum, ið er ymsikt, alt eftir hvønn veg trombone og hátalarar venda.

Konsertin er sálarsmyrsl av størstu dygd.

Hóast staddur inni í einum á nógvar mátar ræðandi helli í bølamyrkri, so kundi tú ynskt tær at verið verandi her allan dagin, bara so leingi, sum tónleikurin fyltið rúmið. Fyri hvørt lag, ið liðugt er, kemur ivin á teg, men so lætnar aftur, tá næsta lag kemur ekkóandi út úr veggunum.

Men einaferð er liðugt, eftir ein góðan hálvan tíma, og fólk klappa. Konsertin er liðug, og gongd verður sett á motorarnar aftur.

Teir halda ein djúpan basstóna, og meðan áhoyrararnir verða sigldir út, og tónleikaútgerðin verður pakkað saman, spælir trombonin eitt lag í sama duri, sum motorarnir liggja í.


Uppliving til sølu

Komin aftur á Norðlýsið verður siglt ein túr undir fuglabjørgini, og so gongur leiðin til Havnar.

Men hvat - fleiri av ferðafólkunum koma aftur til skiparan og greiða frá, at bilar teirra standa á Gomlurætt.

Tað var annars nettup tað, ið var ætlanin við bussinum fyrr um dagin - at fólk ikki skuldu koma í klemmu av bilum.

Men ferðafólkini eru heppin. Áðrenn tey hava nátt at klaga um vánaliga upplýsing ella hvat tey kunnu finna uppá, hevur Birgir Enni longu tikið bjargingarvestarnar fram aftur, og er farin at toga størra gummibátin fram.

Stutt eftir eru átta fólk og ein skipari á veg inn á Gomlurætt at heinta bilarnar.

Eftir umborð standa tey, ið lítlan tima seinni stevan inn á Havnina við vælhildna bláa skipinum, ið hevur siglt sín seinasta túr hendan dagin.

Í morgin eru aftur tveir túrar á skránni, og tónleikararnir fáa boð um at møta klokkan tíggju.

Jú, Føroyar hava meira enn ein gamlan umskeldaðan múr og annað eygnakrás at bjóða fólki.

Her verða óspiltar upplivingar seldar. At føroyskt tilrættaleggingarhegni eisini er partur av upplivingini, ger hana ikki minni óspilta.