EB/Streymur hevur kunngjørt nýggjan venjara

Heðin Askham hevur boðað frá, at hann heldur ikki fram

EB/Streymur hevur í kvlød kunngjørt, at Jákup Martin Joensen er nýggjur venjari hjá besta liðnum hjá EB/Streymi. In.fo visti longu fyrr í ár, at hetta fór at henda, men felagið hevur bíðað við at kunngjørt nýggja venjaran til í dag. Talan er um ein eitt ára sáttmála.

 

Les eisini: Hesin er upp á tal í EB/Streymi

 

- Jákup Martin er 42 ára gamal. Uppvaksin á Eiði og hevur spælt fótbólt við EB øll ungdómsárini. Sum bert 16 ára gamal leikti hann sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá EB/Streymi. Jákup Martin spældi 207 dystir og skoraði 29 mál fyri besta liðið tey 14 árini hann leikti við EB/Streymi. Eisini hevur hann roynt seg í B36, AB og FC Hoyvík, skrivar heimasíðan hjá EB/Streymi, og leggur afturat:

 

Les eisini: Heðin gevst eftir hetta kappingarárið

 

- Jákup Martin fekk A-venjaraprógv í fjør og hevur hann tey seinni árini vant ymisk lið hjá B36. Í 2016 og 2017 var hann venjari hjá U-18 liðnum hjá B36. Hesi árini tapti liðið bara 4 dystir og vann FM í 2017. Fyrr í ár tók hann yvir hjá næstbesta liðnum hjá B36 og vunnu teir allar dystirnar og fluttu upp í 1.deild.

Heðin Askham hevur verið venjari í ár, har EB/Streymur endaði á áttanda plássi.