Líkindini vóru einki serlig í fleiri støðum, tá ið 22. umfar í Effodeildini var á skránni seinnapartin.
Talan var kortini um sannan dramatikk kring landið. Í øllum fimm førunum var tað ikki fyrrenn í evstu løtu, at tað varð greitt, hvar stigini fóru.
Meistarakandidatarnir í EB/Streymi stýra framvegis ímóti FM heitinum. Í dag stóð leingi einki serligt til. HB legði sera bragdliga fyri, og longu eftir eitt korter var HB frammanfyri 2-0. Í báðum førum var tað liðformaðurin Fróði Benjaminsen, sum var málskjútti - í seinna førinum við brotssparki.
Heimaliðið vísti framúr moral. Undan steðginum minkaði Gert Hansen um munin, og fram ímóti dystarenda skoraði Egil á Bø tvær ferðir. Hann hevur leingi verið skaddur, og tað var ikki fyrrenn í 2. hávleiki, at EB/Streyma venjarin Heðin Askham gjørdi av at skifta superveteranin inn, og tað vísti seg at vera ógvuliga skilagóð avgerð!
Úrslitið ber við sær, at HB nú er varpað úr stríðnum um FM, sum trý stig í dag kundu borið møguleika fyri.
Í Trongisvági eydnaðist tað ÍF at vinna 2-1, og harvið eru fuglfirðingar framvegis tvey stig frá oddasessinum. Í báðum førum var tað Clayton Soares, sum var málskjútti. Stutt eftir 2-0 málið minkaði Óli Johannesen um munin við rimmar frísparki úr stórari fjarstøðu, men hóast TB royndi at trýsta undan vindinum, so eydnaðist tað ÍF at halda tørn, og harvið er TB framvegis á niðurflytingarplássi.
Fram ímóti dystarenda eydnaðist tað KÍ at vinna 2-1 á heimavølli ímóti NSÍ, og harvið er KÍ framvegis á heiðursmerkjaplássi. Tað vóru vandamiklastu føroyingarnir í Effodeildini, sum skoraðu málini í 2. hálvleiki. Tá ið stórt korter var eftir, legði Klæmint A. Olsen NSÍ á odda eftir fríspæling frá Jann Martini Mortensen, og so skoraði Páll A. Klettskarð tvær ferðir - tað seinna máið við høvdinum eftir frágera gott innlegg úr vinstru frá Hjalgrími Elttør.
Víkingur vann 3-1 á heimavølli ímóti FC Suðuroy, og harvið er liðið úr Eysturkommunu framvegis við í kappingini um heiðursmerkini. Víkingur fekk hol á beinanvegin, men talan gjørdist ikki um stórsigurin, sum fyrsta løtan bar boð um. Víkingur og KÍ eru jøvn í stigum og málmuni. KÍ er fremri, tí klaksvíkingar hava skorað fleiri mál enn kappingarneytarnir.
Í Gundadali tryggjaði Lukasz Cieslewicz miðskeiðis í 2. hálvleiki B36 sigurin á B68. Toftamenn eru framvegis eitt stig omanfyri strikuna.
Úrslitini
EB/Streymur-HB 3-2 (1-2)
0-1: Fróði Benjaminsen 8.
0-2: Fróði Benjaminsen br 15.
1-2: Gert Hansen 39.
2-2: Egil á Bø 83.
3-2: Egil á Bø 90.
TB-ÍF 1-2 (0-1)
0-1: Clayton Soares 3.
0-2: Clayton Soares 64.
1-2: Óli Johannesen 66.
KÍ-NSÍ 2-1 (0-0)
0-1: Klæmint A. Olsen 74.
1-1: Páll A. Klettskarð 77.
2-1: Páll A. Klettskarð 80.
Víkingur-FC Suðuroy 3-1 (2-0)
1-0: Hjartvard Hansen 4.
2-0: Sølvi Vatnhamar 24.
2-1: Heini Vatnsdal 27.
3-1: Kaj Leo í Bartalsstovu 67.
B36-B68 1-0 (0-0)
1-0: Lukasz Cieslewicz 70.
Støðan
EB/Streymur 45
ÍF 43
KÍ 40
Víkingur 40
HB 35
B36 30
NSÍ 27
B68 20
TB 19
FC Suðuroy 6
23. umfar mikudagin 12. september
Víkingur-ÍF
B36-EB/Streymur
NSÍ-HB
KÍ-TB
FC Suðuroy-B68
LIÐUGT!
3-2
EB/Streymur hevur í dag staðfest oddasessin, og við merkisverdum 3-2 sigri á HB er tað ivaleyst greitt, at HB ikki verður við í stríðnum um FM. Sigurin var merkisverdur, ti HB var á odda 2-0 tíðliga í 1. hálvleiki. EB/Streymur minkaði um munin undan steðginum, og fram ímóti dystarenda skoraði EB/Streymur tvey mál. Í báðum førum var tað superveteranurin Egil á Bø, sum var málskjútti.
90+1
3-2: Egil á Bø
Superveteranurin Egil á Bø, sum í nógvar vikur hevur sitið skaddur uttanfyri, hevur í dag gjørt rimmar comeback. Í 2. hálvleiki varð hann settur inn í álopið, og nú hevur hann fyri aðru ferð skorað og harvið lagt EB/Streym á sigurskós ímóti HB, sum leingi hevur verið undir stórum trýsti!
Eftir 3-2 málið flutti Egil á Bø aftur í verjuna.
4 minuttir lagdir aftrat!
90 min.
2-2
Sera spennandi og lívligt, og tað hevur síðstu løtuna brent á frammanfyri bæði málini!
EB/Streymur hevur fyri lítlari løtu síðani havt bóltin á tværtrænum, tá ið Arnbjørn Hansen royndi seg við høvdinum.
Marni Djurhuus hjá EB/Streymi og Fróði Benjaminsen hjá HB - liðformenninir báðir - hava sæð gult!
85 min.
2-2: Egil á Bø 87.
HB hevur verið undir stórum trýsti, og nú hevur tað eftir deyðbóltsstøðu eydnast innskifta veteraninum Egili á Bø at seta bóltin í málið. Hann var merkiliga leysur í málteiginum!
75 min.
1-2
Tað er sera tætt og spennandi við Margáir. HB heldur tørn, og møguleikar eru í báðum endum. Rókur Jespersen hevur havt góðan møguleika fyri HB. Egil á Bø er komin inn á heimaliðið, og bæði hann og Sorin Anghel eru nú rættuliga framrættaðir!
70 min.
1-2
EB/Streymur trýstir, og heimaliðið hevur deyðbóltsstøður, men einki er komið burturúr.
65 min.
1-2
Christian R. Mouritsen hjá HB hevur úr góðari støðu í brotsteiginum misnýtt risa møguleika, men hann setti bóltin við síðuna av málinum, og Hans Pauli Samuelsen hevur havt roynd ímóti HB málinum, men bólturin fór við síðuna av málinum.
55 min.
1-2
Heimaliðið hevur bóltin nógv størsta partin av tíðini, men tað gongur striltið at spæla seg til upplagar málmøguleikar, og tað liggur ikki so væl fyri í deyðbóltsstøðunum.
50 min.
1-2
EB/Streymur hevur lagt nógv fyri, nú heimaliðið hevur fríska lotið undan.
HÁLVLEIKUR!
1-2
45 min.
1-2
EB/Streymur hevur síðstu løtuna verið greitt omaná. Dómarin hevur lagt tveir minuttir aftrat.
40 min.
1-2: Gert Hansen 40.
So hevur heimaliðið minkað um munin. Eftir langt innkast og eftir at bólturin varð snittaður víðari av Sorin Anghel, var tað Gert Hansen, sum í dag er vongverji í vinstru, sum við góðum skoti sendi bóltin framvið Teiti M. Gestsson í HB málinum. EB/Streymur drívur á!
35 min.
0-2
Andrew av Fløtum er skaddur farin út úr HB álopinum, og í hansara stað er komin Jógvan Skeel Nolsøe.
Síðstu løtuna hevur fótbóltsspælið ikki verið nakað at rópa hurrá fyri.
25 min.
0-2
Tað er undirhaldandi og hugflogsríkt við Margáir. Báðir partarleypa á av fullum huga.
20 min.
0-2
EB/Streymur hevur rættuliga fingið fatur á skjóta og hugflogsríka samanspælinum, men higartil hava heimamenninir ikki megnað at skora. HB tykist ikki sinnað at pakka seg saman í verjustøðu.
16 min.
0-2: Fróði Benjaminsen br 16.
Tað gongur sum eftir ánni hjá HB, sum eftir stórt korter er frammanfyri 2-0. Seinna málið skoraði Fróði Benjaminsen við brotsparki, eftir at dómarin hevðí bríkslað fyri hands. Símun Samuelsen átti aftur hesa ferð sín stóra lut í uppspælinum.
10 min.
0-1: Fróði Benjaminsen 9.
HB hevur sett heimaliðið orduliga undir trýst, og eftir skjótt álop, har tveir landsliðsspælarar vóru ariktektar, hevur HB lagt seg á odda. Uppspælið í vinstru átti Símun Samuelsen, og Fróði Benjaminsen skoraði, tá ið hann setti innaru síðuna á.
5 min.
0-0
Niels Pauli Danielsen hevur havt gott langskot, og HB hevur havt góða støðu, sum René Tórgarð bjargaði
EB/Streymur-HB kl. 15.00
Dómari: Rói Jacobsen
EB/Streymur: René Tórgarð - Jónhard Frederiksberg, Sorin Anghel, Marni Djurhuus, Gert Hansen - Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen, Levi Hanssen - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Hansen
HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos - Christian R. M;ouritsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen - Rókur Jesðersen, Andrew av Fløtum
Pauli G. Hansen er ikki á EB/Streyma liðnum, og Egil á Bø er á beinkinum. HB er fullmannað, burtursæð frá Vagni Mohr Mortensen, sum orsaka av beinbroti mikukvøldið neyvan verður førur fyri at spæla aftur.
HB hevur lotið undan í 1. hálvleiki.
--
LIÐUGT!
1-2
ÍF hevur vunnið 2-1 á útivølli ímóti TB, og harvið eru fuglfirðingar framvegis við í stríðnum um FM. TB royndi seg undan vindinum við longum sendingum, men tær vóru ikki so neyvar, og sum oftast fór bólturin inn til Jákup Mikkelsen ella av vøllinum. Og tá ið høgu sendingarnar komu í brotsteigin, so vóru Bartal Eliasen og Høgni Zachariassen hægstir í luftspælinum.
80 min.
1-2
TB trýstir og hevur nógv fólk frammarlaga á vøllinum, og tað ber spentar støður við sær í báðum endum!
70 min.
1-2: Óli Johannesen 67.
Veteranurin í TB miðverjuni sendi úr stórari fjarstøðu beinleiðis fríspark bóltin í ÍF málið, og harvið er spenningur komin í aftur við Stórá.
65 min.
0-2: Clayton Soares 65.
Alt bendir á, at Clayton Soares verður toppskjútti eftir 22. umfar. Hann varð leysur innanfyri TB verjuna, tá ið hann smekkaði bóltin í málið.
55 min.
0-1
Hóast TB hevur sera fríska lotið undan, so er tað ÍF, sum hevur væl betri tak á fótbóltsspælinum. Higartil eftir steðgin hevur tað tó ikki eydnast fuglfirðingum at spæla seg til upplagar møguleikar.
HÁLVLEIKUR!
0-1
45 min.
0-1
ÍF hevur havt fríska lotið undan, og tað hevur verið torført hjá gestunum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Dygst undan steðginum høvdu teir bóltin á tvørtrænum.
40 min.
0-1
Bogi Løkin hjá ÍF er farin av vøllinum, tí hann er skaddur í knænum. Ari Ó. Ellingsgaard er komin á vøllin í hansara stað.
30 min.
0-1
Líkindini eru frægari við Stórá, har tað er hildið uppat at regna. ÍF hevur verið leikliga omaná.
20 min.
0-1
Teir spæla framvegis í Trongisvági, men líkindini eru út av lagi vánalig. Onkrir av ÍF áskoðarunum, sum eru komnir suður saman við sínum liði, hava leitað sær undir tak ella eru farnir í bilarnar, tí teir hava ikki gjørt seg út til sovorðið veður, sum tað er í Trongisvági nú seinnapartin.
10 min.
0-1: Clayton Soares 5.
ÍF hevur lagt bragdliga fyri, og toppskjúttin í Effodeildini Clayton Soares hevur skorað, eftir at TB frammanundan hevði rakt í stólpan.
Líkindini at spæla eru ógvuliga vánalig. Tað oysregnar, og tað er nógvur vindur.
TB-ÍF kl. 15.00
Dómari: Páll Augustinussen
TB:
ÍF: Jákup Mikkelsen - Nenad Saric, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin, Høgni Madsen, Thomas Asmussen, Bogi Løkin - Clayton Soares
--
LIÐUGT!
3-1
Steypavinnararnir í Víkingi halda seg framvegis framat í landskappingini. Í dag hava teir vunnið 3-1 ímóti FC Suðuroy.
65 min.
3-1: Kaj Leo í Bartalsstovu
Talan var um orduligt einmansavrik av evnaríka miðvallaranum, sum úr høgru sneiddi fleiri av sær, áðrenn hann setti bóltin í málið og ivaleyst tók spenningin úr uppgerðini.
60 min.
2-1
Víkingur er spælstýrandi við lotinum undan. FC Suðuroy hevur fólkið aftarlag, men tað er stríggið hjá teimum, tí tað mesta gongur fyri seg í og kring teirra brotsteig.
Evrard Blé hevur sent fríspark í tvørtræið, og Hjartvard Hansen hevur misnýtt stóran møguleika.
HÁLVLEIKUR!
2-1
Vindurin var rættuliga nógvur fyrra partin av 1. hálvleiki, men síðstu løtuna hevur tað verið frægari. Heimaliðið hevur verið omaná, men tá ið støðan er 2-1, so er tað framvegis intenst og spennandi. Bárður Hansen hjá Víkingi hevur havt besta møguleikan síðstu løtuna.
35 min.
2-1
Víkingur hevur framt fyrstu útskiftingina. Hans Jørgen Djurhuus er farin skaddur av vøllinum, og í hansara stað er komin Filip Djordjevic.
30 min.
2-1: Heini Vatnsdal 27.
So hevur FC Suðuroy svarað aftur. Stinni verjuspælarin Heini Vatnsdal var leysur í brotsteiginum, tá ið hann smekkaði bóltin í Víkinga málið.
25 min.
2-0: Sølvi Vatnhamar 23.
Eftir at hava sneitt seg framvið fleiri mótstøðumonnum, sendi Sølvi Vatnhamar bóltin í málið. Frálíkt einmansavrik! Víkingur hevur mest sum alla tíðina bóltin.
5 min.
1-0: Hjartvard Hansen 4.
Víkingur hevur havt bóltin so at siga alla tíðina, og eftir verjuvillu skoraði Hjartvard. Sølvi Vatnhamar er komin úr Danmark til dystin. Hjá Víkingi er Atli Gregersen fremsti maður, og Niclas Niclassen er aftastur í miðverjuni
Víkingur-FC Suðuroy kl. 15.00
Dómari: Eiler Rasmussen
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Niclas Niclassen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Evrard Blé, Hans Jørgen Djurhuus, Sølvi Vatnhamar - Hjartvard Hansen, Atli Gregersen, Kaj Leo í Bartalsstovu,
---
LIÐUGT!
2-1
NSÍ royndi at leggja trýst á fram ímóti dystarenda, men heimaliðið helt tørn um 2-1 leiðsluna, og harvið er KÍ framvegis á bronsuplássinum!
85 min.
2-1: Páll A. Klettskarð
KÍ toppskjúttin hevur við høvdinum lagt heimaliðið á odda. Uppspælið var í vinstru, og uppleggið átti KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør.
Tað er sera lívligt í Klaksvík, har NSÍ leggur nógv trýst á, og har KÍ er vandamikið í mótálopum.
75 min.
1-1: Páll A. Klettskarð
Eftir innlegg og ikki serliga vandamikla støðu sendi toppskjúttin hjá KÍ umvegis stólpan bóltin í málið.
70 min.
0-1: Klæmint A. Olsen
Eftir uppspæl í vinstru og innlegg var NSÍ toppskjúttin Klæmint A. Olsen leysur, og so setti hann bóltin framvið Andras Gango og í KÍ málið.
65 min.
0-0
60 min.
0-0
Tað tykist striltið at fáa skipað fótbóltsspæl í lag. Fyrstu løtuna eftir steðgin hevur NSÍ verið eitt vet omaná.
HÁLVLEIKUR!
0-0
Síðsta korterið hevur NSÍ verið greitt leikliga omaná. Næst við at fáa mál var NSÍ toppskjúttin Klæmint A. Olsen, sum royndi seg úr góðari støðu, men Andras Gango bjargaði.
30 min.
0-0
Tað hava ikki verið so nógvir málmøguleikar. KÍ hevur bóltin meiri, og NSÍ dúvar upp á kontra.
15 min.
0-0
KÍ hevur havt fleiri góð álop í vinstru, og Andy Olsen hevur lagt fleiri vandamikil innlegg, men einki er komið burturúr.
KÍ-NSÍ kl. 15.00
Dómari: Juha M. Kanniainen úr Finnlandi
KÍ: Andras Gango - Álvur F. Christiansen, Jógvan Isaksen, Sørmund Kalsø, Heðin á Lakjuni - Johan Jacobsen, Ivan Joensen, Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen, Andy Olsen - Páll A. Klettskarð
NSÍ: Kristian Joensen - Jens Joensen, Helgi L. Petersen, Pól Jóhannes Justinussen, Sjúrður Jacobsen - Jann Martin Mortensen, Magnus Olsen, Andras Frederiksberg, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen, Andrias á Líknagøtu
---
LIÐUGT!
1-0
70 min.
1-0: Lukasz Cieslewicz
Toppskjúttin í 2011 hevur lagt B36 á odda, tá ið hann við rimmar skoti av brotsteigarmarkinum í vinstru legði bóltin í handara síðunetið.
55 min.
0-0
B36 hevur lotið undan í 2. hálvleiki, og heimaliðið hevur omaná fyrstu tíggju minuttirnar eftir steðgin.
HÁLVLEIKUR!
0-0
40 min.
0-0
Dánjal Rói Olsen hjá B36 er borin av vøllinum, og sjúkrabilur hevur verið eftir honum. Tað tykist sum um, at talan er um álvarsligan fótskaða. Hetta bar við sær, at tað var steðgur í spælinum í fimm minuttir.
Síðstu løtuna hevur B36 verið omaná, og heimaliðið hevur havt risa møguleika at skora, men tað eydnaðist ikki.
30 min.
0-0
Møguleikarnir hava ikki verið nógvir, og teir hava ikki verið upplagdir. Báðir partar leggja størsta dentin á verjupartin.
15 min.
0-0
Tað gongur javnt á. B68 hevur havt størsta møguleikan, men B36 bjargaði á málstrikuni stútaranum hjá Ndende.
B36-B68 kl. 15.00
Dómari: Petur Reinert