Hóast tað eru KÍ kvinnur, ið hava vunnið 16. FM-heitir á rað í bestu kvinnudeildini, so sæst tað ikki aftur í seinastu bruttohópina hjá føroyska kvinnulandsliðnum.
Pætur Clementsen, ið nýliga er settur sum venjari hjá kvinnulandsliðnum, hevur úttikið 29 leikarar til eina venjing á Tórsvølli kimandi fríggjadag.
Av teimum 29 leikarunum, so eru heili tíggju teirra úr EB/Streymi/Skála. Harnæst er tað HB, við seks leikarum, ið hevur næstflest leikarar í hópinum.
KÍ kvinnur, ið hava vunnið FM 16. ár á rað hava einans fimm kvinnur við í hópinum, meðan B36 og ÍF/Víkingur hava fýra leikarar hvør.
Tær, ið eru boðsendar til landsliðsvenjing, eru hesar:
Jonna Niclasen, Brynhild Haraldsen, Ásla Johannesen og Elisabeth Vang, B36.
Anna S. Hansen, Rakul V. Magnussen, Sigrun K. Kristiansen, Fríðrún Olsen, Birna Tummasardóttir, Íðunn E. Magnussen, Ansy Sevdal, Margunn Lindholm, Durita Hummeland og Kára Djurhuus, EB/Streymur/Skála.
Jónvá Hentze, Lív Arge, Milja R. Simonsen, Liljan av Fløtum Petersen, Elin M. Isaksen og Valgerð Andreasen, HB.
Rannvá B. Andreasen, Malena Josephsen, Sigrid Jacobsen, Maria Thomsen og Gudný Johannessen, KÍ.
Bjørt Holm, Sigrid Petersen, Kára Jarnskor og Jensa Olsen, ÍF/Víkingur.

Mynd: Fríðin Ziskason/FSF.fo
EB/Streymur/Skála best umboðað á landsliðnum

Mynd: Fríðin Ziskason/FSF.fo

Mynd: Fríðin Ziskason/FSF.fo

Mynd: Fríðin Ziskason/FSF.fo

Mynd: Fríðin Ziskason/FSF.fo

Mynd: Fríðin Ziskason/FSF.fo

Mynd: Fríðin Ziskason/FSF.fo