Gitingarnar, um fótbóltsfelagið EB/Streymur ikki fór at spæla í Vodafonedeildini í 2011, eru kveistraðar burtur. Loyvisnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur tikið støðu, og øll feløg sleppa at spæla í bestu og næstbestu deildini í ár.
Fótbóltsfeløgini í Vodafonedeildini og 1. deildini skulu søkja um loyvi at taka lut í kappingunum á hvørjum ári. Hetta verður gjørt sambært UEFA-loyvisskipanini, sum við smáum tillagingum eru galdandi í øllum limalondunum í UEFA.
Tað var illgruni um, at fíggjarmálið, har bókhaldari á Formula hevði flutt gott og væl fimm milliónir krónur til fótbóltsfelagið EB/Streym, og broytingarnar í sambandi við, at EB/Streymur varð stovnað sum nýtt limafelag, hevði við sær, at fótbóltsfelagið úr Sundalagnum fór ikki at liva upp til fíggjarligu krøvini.
Loyvisnevndin hevur tikið avgerð um vikuskiftið og gevur feløgunum í Vodafonedeilini og 1. deild luttøkuloyvi fyri føroysku landskappingina 2011.
Terje Sigurðsson, Maria Húsgarð og Jógvan Joensen eru í loyvisnevndini hjá FSF.