EB/Streymur tapir ongantíð

Favorittarnir í Sundalagnum vunnu í dag í Gundadali, og harvið hava teir ikki tapt í ár

Tað er langt millum sigrarnar í HB í løtuni. Besta liðið hevur ikki vunnið fimm tær seinastu ferðirnar, og í dag legði næstbesta liðið rygg til fimta tapið á rað.

Hjá EB/Streymi gongur tað við fullari ferð ímóti bestu deildini, sum EB/Streymur í fjør flutti niður úr.

Í dag fór EB/Streymur úr Gundadali við 3-1 sigri eftir 2-0 leiðslu, tá ið tað var hálvleikt. Hetta var níggjundi sigurin. Tvær ferðir er tað endað javnt, og EB/Streymur er ongantíð farið av vøllinum uttan úrtøku.

 

Jóhannes Hansen setti hol á fyri EB/Streym í tólvta minutti, og Marni Djurhuus økti um leiðsluna, tá ið ein stórur hálvur tími var farin. Leif Niclasen skoraði til 3-0, tá ið seinni hálvleikur var tólv minuttir gamal.

 

Superveteranurin René Tórgarð vardi aftur í dag EB/Streyma málið, og hann helt tætt, inntil tað restaðu tjúgu minuttir. Tá minkaði Tóri av Skarði um munin til 3-1 til EB/Streym, sum varð úrslitið.

 

Sunnudagin 5. juni – grundlógardag – fer EB/Streymur til Vágs at spæla útsetta dystin frá níggjunda umfari ímóti FC Suðuroy.