Seinastu fimm árini hevur póllendingurin Piotr Krakowski verið venjari hjá EB/Streymi, men hann heldur ikki fram í felagnum.
Áhaldandi søgur vilja verða við, at nýggjur venjari hjá EB/Streymi verður Sigfríður Clementsen, sum í løtuni er venjari hjá AB. Sigfríður vil bara staðfesta, at hann ikki verður venjari á Argjum næsta kappingarár.
Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi, sigur, at partarnir høvdu tosað saman, men at onki enn er komið burturúr.