EB styrkir hópin við grønlendskum landsliðsspælara

EB hevur gjørt avtalu við strikuspælaran, Nukaaku P. Lyberth, um at spæla við EB komandi kappingar ár

EB hevur gjørt avtalu við strikuspælaran, Nukaaku P. Lyberth, um at spæla við EB komandi kappingar ár. Nukaaku P. Lyberth er 21 ára gomul og kemur úr Nuuk. Hon er student við ítrótti sum rætningslinju, skrivar heimasíðan hjá felagnum.

 

- Nukaaka hevur spælt megin partin av lívinum við NÛK úr Nuuk. Eitt skifti í 2020 royndi hon seg hjá Nykøbing Falster Hondbólti. Síðsta kappingar ár spældi hon við SAK úr Sisimiut. Nukaaka hevur altíð elska hondbólt og tí hevur hon valt at flyta til Føroya, so hon kann spæla fleiri dystir á hægri støði, verður sagt á heimasíðuni.

 

Nukaaku P. Lyberth hevur verið í bruttolandsliðshópinum í eina tíð og bleiv í farnu viku úttikin til A-landsliðið. Umframt at spæla, so kemur hon at hava ábyrdina av styrki og skaðafyrbyrgjandi venjingunum hjá okkara ungdómsspælarum.