Tað eru fýra av teimum stóru í kvinnufótbólti, sum fara at hittast í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum. Fyrru hálvfinalurnar vera mikudagin 10. august, og seinnu hálvfinalurnar vera hósdagin 15. september.
KÍ og HB vóru favorittar á heimavølli ímóti ávikavíst liðnum hjá suðringum og 07 Vestur, og tað var eingin slingur í valsinum. KÍ vann 12-0 á heimavølli ímóti TB/FCS/Royn, og HB vann 4-1 á heiamvølli ímóti 07 Vestur. Í Gundadali var Rebekka Fjalsá Benhakoura trífaldur málskjútti, og í Klaskvík var Hervør Olsen ferfaldur málskjútti.
Seinastu vikurnar hava verið onkrar ábendingar um, at Víkingur var við at koma fyri seg eftir sera soltnan fyrsta part av landskappingini, men í dag tapti Víkingur 3-1 á heimavølli ímóti NSÍ, sum eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 2-0. Víkingur minkaði ikki um munin til 3-1 fyrr enn í síðsta minutti.
Í fjør vann NSÍ steypafinaluna 4-2 ímóti HB. Tað valdast, hvussu lutakastið verður um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í hálvlfinaluni, men eftir fjórðingsfinalurnar er tað framvegis møguleiki fyri, at NSÍ og HB aftur fara at hittast í finaluni.
Í dag vann EBS/Skála 2-0 á útivølli ímóti B36. Í landskappingini hava Kára Djurhuus (7) og Lea Lisberg (6) skorað flest mál fyri EBS/Skála, og tað vóru tær báðar, sum skoraðu málini hjá EBS/Skála í Gundadali í dag.
-
KÍ – TB/FCS/Royn 12-0 (6-0)
1-0: Tóra Mohr 1.
2-0: Malena Olsen 12.
3-0: Hervør Olsen 22.
4-0: Hervør Olsen 34.
5-0: Hervør Olsen 36.
6-0: Hervør Olsen 41.
7-0: Jórun Njaka Patawary 47.
8-0: Durita Hummeland 62.
9-0: Rannvá B. Andreasen 65.
10-0: Rannvá B. Andreasen 72.
11-0: Jancy Mohr 78.
12-0: Durita Hummeland 89.
-
Víkingur – NSÍ 1-3 (0-2)
0-1: Andy S. Jakobsen 4.
0-2: Sigrid Jacobsen 32.
0-3: Beatriz Da Silva 63.
1-3: Jensa Tórolvsdóttir 90.
-
HB – 07 Vestur 4-1 (4-1)
1-0: Rebekka Fjalsá Benhakoura 2.
2-0: Lea Tórarenni Johannesen 4.
2-1: Sissal Haraldsen 38.
3-1: Rebekka Fjalsá Benhakoura 42.
4-1: Rebekka Fjalsá Benhakoura 45.
-
B36 – EBS/Skála 0-2 (0-0)
0-1: Kára Djurhuus 56.
0-2: Lea Lisberg 62.
-
Hálvfinalur
Mikudagin 10. august
Hósdagin 15. september