Crystal Palace og Manchester City spældu í málleysan javnleik í 21. umfari í Premier League. Næsmast at vinna dystin vóru vertirnir úr London, tá Crystal Palace fekk brotsspark í yvirtíðini, men Ederson í málinum hjá Manchester City, bjargaði brotssparkinum frá Luka Milivojevic.
Les eisini: Gongur einki hjá Manchester United
Manchester City hevði sum væntað tað mesta av spælinum, men sannleikin er nokk, at Crystal Palace hevði tveir teir størstu málmøguleikarnar. Fyrst Andros Townsend, tá hann stóð leysur í brotsteiginum og skjeyt uppum, og síðani Luka Milivojevic.
Les eisini: Salah aftur hetjan
Hetta er bara aðru ferð, at Manchester City setur stig til í Premier League hetta kappingarárið. Javnleikurin kann eisini koma at fáa avleiðingar, tí í dystinum blivu bæði Kevin de Bruyne og Garbiel Jesus skaddir. Í báðum førunum sá tað heldur álvarsligt út.
Manchester City er 14 stig fremst í deildini, har Chelsea nú er á øðrum plássi, eftir at Manchester United bara hevur savnað trý stug saman í jólaskránni. Ein dystur er eftir í hesum árinum. Hann verður í kvøld millum West Bromwich og Arsenal.
21. umfar:
Í gjár:
AFC Bournemouth 2 - 1 Everton
Chelsea 5 - 0 Stoke City
Huddersfield Town 0 - 0 Burnley
Liverpool 2 - 1 Leicester City
Newcastle United 0 - 0 Brighton & Hove Albion
Watford 1 - 2 Swansea City
Manchester United 0 - 0 Southampton
Í dag:
Crystal Palace 0 - 0 Manchester City
West Bromwich Albion – Arsenal (16:30)
1
21
49
59
2
21
25
45
3
21
27
44
4
21
24
41
5
20
19
37
6
20
12
37
7
21
1
34
8
21
-1
27
9
21
-7
27
10
21
-7
25
11
21
-14
24
12
21
-10
22
13
21
-10
20
14
21
-12
20
15
21
-23
20
16
21
-11
19
17
21
-14
19
18
20
-16
18
19
21
-19
16
20
20
-13
15
(Livescore.com)