Edith Mørkøre í Løkshøll

Í sambandi við Mentunarvikuna´09 í Runavík er listaframsýning við Edith Mørkøre í Mentunardeplinum. Við á framsýningini eru hennara nýggjastu málningar. Edith málar út frá menniskjaligum virðum, og á framsýningini í Runavík er abstrakt/ekspresionistiskt list at síggja. Íblásturin til málningarnar hevur hon út frá viðurskiftum, sum rørast í tí dagliga lívinum, og hendingum sum hon ella onnur rundan um hana koma út fyri.

Edith Mørkøre er fødd í 1979, er ættað av Argjum, gift við Kristoffur Mørkøre úr Klaksvík og er búsitandi Inni á gøtu í Hoyvík. Edith arbeiðir við listinu sum sítt høvuðsstarv, hon hevur málað, síðan hon var tannáringur og hevur gingið á Háskúla í Rønde í Danmark, har hon tók sergrein í list.

Hon hevur verið við á nógvum ymiskum framsýningum bæði her á landi og uttanlands.

Framsýningin er opin soleiðis í Mentunarvikuni: Týsdagin kl. 16-20, mikudagin kl. 17-19, hósdagin kl. 16-19, fríggjadagin kl. 16-20 og leygardagin og sunnudagin kl. 16-20.

Framsýningin byrjaði 18. oktober og heldur fram til sunnudagin 25. oktober