Edmundsson-brøðurnir vóru spardir aftaná landsliðssteðgin

Jóan Símun og Andrias Edmundsson sluppu ikki á vøllin fyri Shkupi og Chojniczanka í dag

Aftaná venjingardystin millum Danmark og Føroyar á leikvøllinum í Brøndby farna týskvøld ferðaðust brøðurnir Edmundsson í hvør sína ætt. Jóan Símun til Norðurmakedonia og Andrias til Pólands, har teir fóru aftur til feløg síni.

 

Bæði liðini hjá Edmundsson-brøðrunum, Shkupi hjá Jóan Símuni og Chojniczanka hjá Andriasi spældu dyst í dag. Men í báðum førum var valt at spara føroysku leikararnar, so teir ikki komu á vøllin í dag.

 

Chojniczanka tapti á heimavølli 0-1 (0-1) fyri KKS Kalisz í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini.

 

Chojniczanka er nummar seks í deildini við 38 stigum.

 

Betur gekk hjá liðfeløgunum hjá Jóan Símuni. Shkupi vann í heimadysti í bestu norðurmakedonsku deildini 3-0 (0-0) á Vardar Skopje. 

 

Shkupi er nummar tvey í deildini við 51 stigum, sama stigatalið sum oddaliðið, Struga sum tó hevur spælt ein dyst færri enn Shkupi. 

 

Nógvir dystir eru fyri framman hjá bæði Chojniczanka og Shkupi, og Shkupi hevur eisini dystir í norðurmakedonsku steypakappingini, so Edmundsson-brøðurnir sleppa uttan iva skjótt á vøllin aftur.