Edrú til Føroya - á fyrsta sinni

Klumma

Tað er heimligt at flúgva til Føroyar. Rokni við, at flest allir útisetar eru samdir við mær í, at flogtúrurin til Vágarnar er øðrvísi, enn hann er aðrastaðni í heiminum. At koma út til gate’ina hjá Atlantic í Kastrup er næstan sum at vera komin til Føroya.


Tá eg og familjan skuldu flúgva heim til jóla, var ”bussurin” tikin úr ferðslu, og eitt sindur órógvað fór eg út til gatina at hyggja, hvat flogfar var komið ístaðin. Ongastaðni nøkur súla at síggja. Men ferðafólkini vóru hóast alt á veg inn í flogfarið. Eg gjørdist ikki minni bilsin, tá ein DANI tók ímóti, og tað stóð Jet Time á síðuni á flogfarinum. Fyri at kenna meg heilt trygga, spurdi eg ”Er dette flyet til Færøerne?” á mínum samanvavda svensk-danska! Tað var tað!

Heilt erligt dámdi mær onki serligt. Eg fór beint í seturslumman eftir faldaranum og las skjótt, at Jet Time vanliga flýgur fyri tey stóru charterfeløgini. Hvussu skulu teir vita, hvussu man lendir í Føroyum? Mjørki, síðuvindur, turbulensur, fjøll … ja, tit skilja, at mítt álit á teimum sólbrendu dønunum var ikki serliga stórt.

Brádliga sá eg Bergtóru Nielsen– føroysku flogternuna við stórum F! Um hon fer umborð fer nokk at bera til, uggaði eg meg sjálva – rokni faktiskt við, at Bergtóra hevði klárað at lent sjálv, um tað so skuldi vera.

Nå, men vit komu væl uppfrá og fingu eina tríkantaða breyðflís. “Vand – kaffe – vand – kaffe” hoyrdist, tá ið vognurin kom aftur gjøgnum flogfarið, og tá gekk upp fyri mær, at valið hesaferð stóð millum vatn og kaffi. Eg skuldi fyri fyrstu ferð nakrantíð uppliva eina edrúa flogferð til Føroyar. Ikki so galið hóast alt.

Tann edrúiligi túrurin merktiskt allarmest í bíðirøðini til vesið – har var ongin røð – vesið var tómt stórsta partin av túrinum, og so var tað so friðarligt umborð. Ongin sum stóð í gongini og fortaldi um roktúrin (eitt sindur ov hart), ella hvussu tað gekst við seinastu próvtøkuni.

Jet Time lendi í øllum góðum í Vágum, og tá eg kom í land, greiddi systir mín frá, at óttin fyri óroyndum dønum hevði verið púra ógrundaður, tí Jet Time er eitt gamalt Maersk flogfør, og at flogskipararnir helsthava flogið ein ella annan túrin til Føroya fyrr.