Í góðveðrinum í kvøld var norðoyastevnudystur í Klaksvík. Teir næstbestu hjá KÍ høvdu vitjan av B71, og gestirnir vunnu 2-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-1.
B71 legði seg á odda 1-0, tá ið eitt korter var farið. Tað var við brotssparki, at brasiliumaðurin Eduardo Coimbra legði sandoyingar á odda. Í sambandi við brotssparkið varð KÍ málverjin Hannis Matras vístur av vølli. So var KÍ undirmannað, og Jóhan Jacobsen varð skiftur inn at verja málið.
Hóast vánaligu fyritreytirnar so megnaði KÍ at javna til 1-1, tá ið tað restaðu 11 minuttir av fyrra hálvleiki. Málskjútti var Jóan Petur Jónsson, og grønlendski Milio Lyne Biilmann átti uppleggið. Hetta var fjórða ferðin, at Jóan Petur Jónsson var KÍ málskjútti í ár, og hann er nú toppskjútti hjá KÍ í 1. deild.
B71 var nógv í álopi, men KÍ helt tørn, inntil tað restaðu 20 minutti. Tá var Eduardo Coimbra aftur upp á spæl og skoraði til 2-1. Hetta var sjeynda málið hjá honum, og hann er B71 toppskjútti.
Síðstu løtuna spenti KÍ álopsbogan, og tað vóru spentar støður í brotsteiginum hjá gestunum, men tað eydnaðist ikki heimaliðnum at fáa bóltin framvið Klæminti Olsen í B71 málinum.
Sambært skránni átti B71 heimavøll, men liðini býttu um heimavøll, tí nýtt graslíki verður lagt á vøllin inni í Dal á Sandi.
B71 er á triðja plássi við 27 stigum, tvey stig aftanfyri AB og sjey stig aftanfyri Skála.
KÍ, sum mánakvøldið vann 2-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi, er á áttanda plássi við 13 stigum. Tað eru níggju stig aftur til 07 Vestur og B36.