Tá kroatiski/brasilianski álopsspælarin hjá Arsenal, Eduardo varð útsettur fyri einari svínskari eftirtakling, sum Birmingham-spælarin, Martin Taylor framdi, varð eingin ivi um, at talan varð um ein stóran skaða. Sjónvarpsmyndirnar av beinbrotinum vóru vístar kring allan Heimin, og vóru mong skelkaði av tilburðinum.
Ortopediski skurðlæknin, Khalid Baloch, sum framdi skurðviðgerðina óttaðist veruliga fyri Eduardo: - Skaðin var somikið álvarsamur, at vit máttu handla skjótt. Vit sóu beinavegin, at støðan var sera álvarsom. Talan er um ein hin mest álvarsama skaðan, sum eg havi sæð. Fortelur Khaldid Baloch til enska blaðið, News of The World.
Eduardo fekk eitt ógvuliga kensluborið comeback á besta liðnum hjá Arsenal, tann 16. februar í einum dysti ímóti Cardiff í FA Cup kappingini. Eduardo skoraði tvey mál, og var talan um eina sera stóra løtu fyri hann og mongu Arsenal-fjepparnar, tá hann skoraði fyrra málið. Eduardo er skaddur í løtuni, men menn vóna, at hann verður klárur til mars mánað.