Edvard úr Katar býr nú á Viðareiði

Tá ið Maria Waag og familjan flutti heim til Føroya, kom rossið Edvard við teimum

Á Viðareiði býr Edvard úr Katar.

 

Edvard er hestur, ið er fluttur allan vegin til Føroya. Tað er heldur óvanligt, at innflyta ross til Føroya – ikki minst úr so fjarskotnum londum sum Katar.

 

Edvard er 16 ára gamal enskur fuldblóðshestur, ið er eitt tað skjótasta rossaslagið í heiminum og kann renna heilt upp í 70 km/t. Hesi ross eru tey, ið vit vanliga síggja á stóru kappríðingabreytunum kring knøttin.

 

19 ára Maria Waag eigur fuldblóðshestin Edvard, ið hon fekk, meðan hon sjálv búði í Katar saman við familju síni. Hon hitti Edvard á ríðiskúla og fekk serligt samband við hann.

 

Tá ið korona kom, og allur heimurin lukkaði niður, mátti ríðiskúlin selja fleiri ross, harímillum Edvard. Søluboðini komu samstundis, sum familjan Waag avgjørdi at flyta heim aftur til Føroya. Edvard var komin upp í árini, og slitin kappríðingarross eru nógv í boði, og tí ofta ring at sleppa av við.

 

Maria orkaði ikki tankan um, at Edvard skuldi fara nakra aðrastaðni enn til hana, og eftirsum hon kendi hestin so væl, var familjan trygg við at keypa Edvard til hennara.

 

Edvard fór við flogfari úr Katar til Danmarkar, har hann millumlendi í nakrar dagar, og síðani sigldi hann við Norrønu upp til Føroyar. Sannlíkt er, at onki ross í Føroyum hevur ferðast eins langt og Edvard fyri at koma higar.

 

Les meira um Edvard í Sosialinum, sum kom út um vikuskiftið.