Effersøeættin: Hevur eisini gjørt seg galdandi í Danmark

Søgan hjá Effersøeættini í Føroyum er rættiliga væl kend. Men ættin er eisini umboðað í Danmark. Hesum kunnu vit greiða eitt sindur frá í hesum og komandi tveimum pørtum

1. partur

Millum summargestirnar í ár hevur verið Lisa Effersøe Edvards úr Keypmannahavn, sum í august kom higar at fáa meira at vita um sína føroysku ætt.
Lisa er 88 ára gomul og sera væl fyri, tá ið hugsað verður um aldurin. Hon kundi geva eitt íkast til søguna hjá Effersøeættini, sum hon visti nógv um, eins og hon fekk okkurt íkast til egna søgu heim aftur við sær.
Sum flestu kunnugt er Effersøe­søgan í Føroyum eitt beinleiðis úrs­lit av Hundadaga­konginum, dan­an­um Jørgen Jürgensen, sum tók ræðið í Íslandi eitt stutt skeið í 1809. Ein av hans­ara stuðlum var Jón Gudmunds­son Effersøe (1784-1866).
Eftir at danska kongsveldið fekk vald­ið aftur, var Jón meira ella minni óynskt­ur í Íslandi, og hann end­aði í Føroy­um. Her fekk hann tað heldur ikki lætt vegna sína for­tíð í Íslandi. Men hann var dugna­ligur, og hetta bjargaði honum.
Jón giftist við Susannu Oles­datter. Hon var fødd í Vestmanna í 1797 og varð jarðað 23. apríl 1882 í kirkjugarðinum undir Svínaryggi í Havn. Tey fingu níggju børn. Tey og teirra eftirkomarar komu at fáa stóran týdning í føroyska samfelagnum á mangan hátt sum vinnu, politikki og mentan.
Fleiri av teimum eru jarðað í gamla kirkjugarði í Havn við grav­steinum sum ítøkilig minni um tey. Tey eru Rasmus, Poul, Oliver Petreus, tvey av hansara børnum og tær tríggjar systarnar í Metttu­stovu, sum verða umrøddar seinni.
Hesi hava fingið umrøðu í røðini Hendur ið Sleptu og eisini í Mið­vikuni, sum tískil hevur umrøtt fittan part av Effersøe-søguni.
Í Føroyum eru bert tvær ættar­greinir av hesum níggju systkin. Fleiri av systkjunum vóru ikki gift, meðan aðrar ættargreinir fóru av landinum. Onnur ættargreinin í Føroyum er tann hjá dótrini Elisa­­beth f. 1819, sum giftist við Johannes Joensen, Johannes á Hospitali­num, í Havn. Tey eiga fitt av eftir­kom­arum, eisini í Havn. Lang­ommu­synir á lívi eru til dømis Peter F. Christiansen og Bjarni Dal Christiansen.
Hin greinin er hjá Gudmundi (1827-1916), sum gjørdist kendur sum sýslumaður í Suðuroy.
Gudmund var tað fyrsta av systkj­unum, sum var føtt í Havn. Hini vóru fødd í Vestmanna, har tey upprunaliga búðu.
Gudmund hevur verið ein maður við góðum gávum, eins og hini í ættini. Hann er nógv nevndur í dagbókini hjá Christoffer Michael Olsen frá 1800-talinum. Millum annað greiðir Christoffer frá, at hann og Gudmundur gingu bæði til enskt og týskt saman. Tað var sjáldamt fyri 150 árum síðani.
Gudmund giftist við Cathrinu Elisabeth Müller (1824-1903) úr Havn. Hon var systir gamla sýslumannin H.C. Müller, hvørs ætt eisini er væl umboðað í gamla kirkjugarði. Hon er tískil nógv umrødd í nevndu røðir.

Gudmund keypti Mettustovu
Eitt serligt minni í Havn um Gud­mund er Mettustova úti á Reyni, sum helst er bygd um 1713-23 og í dag er ogn hjá Kvinnufelagnum í Havn.
Í 1847 keypir Gudmund Mettu­stovu fyri 300 dálar. Fýra ár seinni giftist hann, og hann fer til Suður­oyar at vera sýslumaður. Foreldr­ini og tríggjar ógiftar systrar vóru eftir í Mettustovu, og øll doyðu út haðani.
Edvard Mitens, abbasonur Gud­­mund, skrivaði í sínum endur­minn­ingum, at hann kom at búgva í Mettu­stovu, tá ið hann kom til Havnar at ganga í realskúla, og hann greiðir millum annað frá, tá ið teir komu til Havnar:
»Gudmundur (beiggin) og eg fylgdust niðan til »tanturnar« í Mettustovu, har eg eisini skuldi búgva. Abbasystrarnar vóru tríggj­ar, Josephina, Vilhelmina og Henri­­etta Effersøe. Tær vóru blíðar og tóku væl ímóti okkum. Josep­hina hevði verið lærarinna við hand­­­arbeiðs­­­­skúlan í Fúta­stovu, har gentur lærdu at binda, seyma og veva. Nú var hon gomul og seingj­ar­­liggj­­andi. Henrietta hjálpti í húsi­num. Hon gjørdi reint, turkaði dust burt­ur, flutti tey mongu bíløt, ið stóðu á borðum, turk­aði og setti tey aftur beint har, tey høvdu staðið. Hon var eitt sindur undar­lig og fór so at siga hvønn dag út at spáka og heilsaði blídliga fólki og prátaði. Tað er kent, at hon plagdi at taka til, at tað var »milt, men kølið.« Mina tanta var røsk og arbeiðssom. Hon hevði manufakturhandil, pyntaði og seymaði hattar. Handilin var í sunnara parti av Mettustovu. Har var serlig inngongd, og tá onkur kom at keypa og læt hurðina upp, ringdi klokka, og Mina tanta fór oman i handil­in.
Mitens greiðir frá, at har kom genta at keypa hatt. Reyða rósu ynskti hon á hattin. Mina spyr, hvørju megin rósan skuldi set­ast. Gentan svaraði: »Mann­fólkamegin«. Tað var tann síðan, ið vendi móti mannfólka­beinkj­unum, tá ið gentan kom í kirkju.
Tú komst inn í forstovu, og haðani var høgrumegin hurð til lítið kamar, ið var bygt aftrat húsinum suðureftir. Har svav eg. Til vinstru var hurð inn í smala gong, og haðani komst tú út í køkin. Har hevði fyrr verið inngongd og forstova. Henda forstova var skildrað sundur til matkova og høsnarhús. Tá ein kom inn í Mettustovu og fór longur inn í forstovuna, var eitt stig upp og so hurð á høgru hond út í krambúðina, og á vinstru hond var hurð inn í dagligstovuna.«
Umleið 1856 búgva í minsta lagi 18 fólk í Mettustovu.
30. mars 1918 keypti Tórshavnar kommuna Mettustovu fyri 1.600.- kr., tó so, at systrarnar Effersøe skuldu eiga innivist, so leingi tær livdu. Síðsta teirra, Vilhelmina, doyði 5. mars 1923, 87 ára gomul. Anna Sofía Davidsen av Signabø, sum hevði verið arbeiðskona í Mettustovu frá sínum ungu døgum, doyði út haðani 3. september 1937, 78 ára gomul.
Lise fekk eisini møguleika at vitja í Mettustova, har langabbin og oldurforeldrini høvdu húsast.

Ættaður frá Grím Kamban
Tá ið Gudmund doyði í 1916 skrivaði Dimmalætting hesi minningarorð:
Kancelliraad fhv. Sysselmand Gudmund Effersøe, Ridder af Danne­brog og Dannebrogsmand, døde i sit hjem i Tveraa den 3. februar efter et kort sygeleje, 88 Aar gammel.
Han fødtes her i Thorshavn 1. Juni 1827. Faderen var indvandret fra Island og virkede her som Skolelærer. Moderen var en Bondedatter fra Vestmannahavn. Den første Undervisning modtog han i Hjemmet, senere i Thorshavns Almueskole. Da Familien var stor og sad i smaa Kaar, maatte han tidlig bidrage sit til dens Underhold. Særligt beskæftigede han sig med Fiskeri, som han drev med stor Energi. Den store interesse han fra Barndommen havde faaet for dette Erhverv, fulgte ham Livet igennem. Endnu da han var over de 80 Aar, kunde man se ham ude på Trangisvaagsfjorden alene i en Baad med sin Fiskesnøre.
Efter i to Aar at være uddannet paa Landfogedkontoret og fire Aar paa Sorenskriverkontoret blev han ansat som Sysselmand for Suderø i Aaret 1851 og virkede 43 Aar i denne Bestilling indtil 1.april 1894. De første Aar boede han i Kvalbø, som dengang var Øens Hovedplads. Men da Skibsfarten paa Trangisvaag begyndte at tiltage, flyttede han til denne Bygd. Mens han var Sysselmand indehavde han ogsaa andre offentlige Erhverv. Han var saaledes Medlem af det i Henhold til Landkommunalloven af 1872 oprett­ede Forstanderskab for Suderø Præste­gæld, og fra 1874-75 var han For­mand. Efter at Kvalbø sogn var udskilt som særskilt Kommune var han Formand for Forstanderskabet for de forenede Sognes Kommune i Suderø Præste­gæld fra 1875-78 og 1879-1894 i Frodebø Sogns Kommune. I Tiden 1878-1894 var Effersøe For­mand for Suderø Præstegælds Forligskommission.
I 1884 blev han Dannebrogsmand, ved sin afsked blev han udnævnt til Kancelliraad, og ved Kong Frederiks Besøg her i Byen i 1907 blev han Ridder af Dannebrog.
Han lagde betydelig dygtighed for Dagen i sin offentlige Gerning og var meget virksom og yderst hjælpsom. I hans Tid forefaldt en stærk Udvikling i flere Henseender paa Suderø, hvilket lagde stærkt Beslag paa Syssemandens Kræfter og Evner. Han hørte til den gamle Generation fra den kongelige Handels Tid, men kom ogsaa til at staa som en af Banebryderne for den ny Tid med sit rigere og stærkere pulserende Liv. Ingen, som har set Kancelliraaden, vil kunne glemme hans høje, ranke, kraftigt byggede og smukke Skikkelse, som Aarene ikke bøjede – en sand Type paa en nordisk Viking. I al sin Færd var han en sagtmodig og stilfærdig Mand, der gik frem med Lempe, og han havde en meget talrig Venneskare.
Da Sysselmandsgerningen i de første Aar ikke optog hele hans Tid drev han ved siden af Landbrug og særlig Fiskeri. Han opdyrkede et stort stykke Hauge omkring sit Hus i Trangisvaag. Som leder af Grindefangst udmærkede han sig særlig og bidrog meget til denne Fangsts Udvikling paa Suderø.
Da Kong Christian den Niende paa Rejsen til Island i 1874 kom hertil, rejste Sysselmand Effersøe sammen med Kongen til sin Faders Stam­land og besøgte flere af sine dervær­ende Slægtninge. Han gjorde der bekendtskab med Justitarius i Over­retten Jón Pétursson, som var bekendt for sin indsigt i den island­ske Slægts­historie, og denne ud­arbejd­ede senere hans Slægts­regist­er, som viser, at han er den 20. Mand fra Snorri Sturluson 27. fra Egil Skalla­grims­son og 32. fra Grímur Kamban, som bosatte sig paa Færøerne.

Ein vala ætt
Her kann vera nevnt, at Gudmund kom at taka móti innskoti í Føroya Sparikassa í Suðuroy. Sum áður er greitt frá í Miðvikuni kom sonurin Oliver at taka við sýslumans­embæti­num hjá pápanum. Tað var so í ættini í nærum 70 ár. Í 1920 varð tað, at Kristian Djurhuus tók við eftir Oliver, sum tað er umrøtt í greina­røðini um Kristian Djurhuus.
Gudmund og Katrina fingu sjey børn. Fleiri av teimum eru partur av okkara søgu. Her kunnu nevnast Rasmus, ein av okkara fremstu mentamonnum, Oliver, kendur sambandspolitikkari, Poul, kendur sum sakførari og Josefina, gift við reiðaranum Niels J. Mortensen. Av hesum børnum eru tað bert tvey, sum hava eftir­komarar í Føroyum. Annað teirra var Josefina, sum giftist við reiðar­anum Niels J. Morten­sen á Tvøroyri. Ein sonur teirra var Edvard Mitens, sum ikki eigur ætt í Føroyum. Ein systir Edvard var Ingrid, sum giftist við Richard B. Thom­sen, kendur sum skald.
Elisabeth, dóttir Gudmund, giftist til Porkeris við Petur Larsen úr Gjørðum, bónda. Ein systir, Susanne, doyði ógift
Tað var hesi ættarfólk Lise var komin at vitja.

Søgan um Jón og hansara
Elsta av børnunum hjá Gudmundi var Jón Gudmundsen Effersøe , og henda grein er serliga um hann og hansara ætt.
Lise er abbadóttir Jón. Hon veit sera nógv um hesa ættargreinina, men hon hevði nú áhuga fyri at fáa meira at vita um abba sín.
Hann hevur ikki verið so nógv alment umrøddur í Føroyum, og tí kann tað vera av áhuga at taka okkurt fram.
Jón var føddur 12. mars 1852 í Hvalba, har sýslumaðurin tá hevði sætið. Her vóru tey tvey elstu systkini fødd. Hini vóru fødd á Tvøroyri, hagar sýslumansembætið varð flutt.
Ein sýslumaður hevði møguleika fyri at geva sínum børnum eina góða útbúgving. Jón fór tískil í 1866, 14 ára gamal, á Sorø Akademi at fáa real- og studentsprógv. Her fekk hann endaligt prógv í 1870 við fyrsta karakteri.
Heilsan hevur tá ikki verið góð, tí sagt verður, at Jón frá 1873-1875 var í Føroyum av heilsuávum. Men tá fór hann til Danmarkar at lesa til lækna, og Jón verður cand. med. í 1879.
Í Keypmannahavn var Jón eisini við í føroyska studentalívinum. Hann var vinmaður við tann seinna próstin Fríðrik Petersen, sum eisini var virkin á hesum økinum.
Hjá Jón Effersøe komu ungir føroy­ingar saman til eina kenda føstulávintsveitslu í 1876. Við vóru 12 føroyingar, teirra millum vóru umframt Jón og Fríðrik, Edvard Lützen, Johan Olsen, Jørgen og Hjalmar Hammershaimb.
Her vóru á fyrsta sinni bornir fram føroyskir fosturlandssangir. Hes­ar samkomur hildu fram í 1877, 1878 og 1879. Hesi árini var beiggin Rasmus eisini við, og nakrar av hans­ara bestu yrkingum komu tá fram.

Verður lækni
Í fyrsta umfari starvast Jón í Keyp­mannahavn, men í 1880 verður hann lækni í Havn.
Hann verður »konstitueret land­kirurg« í 1880 og 1882-1883. Árini 1884-1890 er hann »fysikus« fyri Føroy­ar, økislækni í Havn, og lækni á gamla hospitali, sum enn sæst úti við skipasmiðjuna.

Í komandi parti verður hildið á við frásøgn um læknavirksemið hjá Jón. Í triðja parti verður greitt frá hansara ætt og syrgiligu søguna um versonin og abbasynirnir, sum fóru í kríggj fyri Týskland undir seinna veraldarbardaga.