Eftirlønarpakkin

Viðmerkingar til Hans Paula Strøm í samband við Eftirlønarpakkan og hansara álop á kapitalspensiónir v. m.

Jóhannes A Ellingsgaard

Eg haldi sum so nógv onnur, at eftir­lønar­pakkin er fremmandur fyri fólkinum og at hann verður ?skundaður ígjøgnum fyri einhvønn prís.
Ongin verulig kunning er til fólkið, og hetta skapar sera stóran ótryggleika ímillum fólkið.
Undirritaði var í nógv ár aktivur í fak­felagsrørsluni bæði sum nevndarlimur og formaður í Postfelagnum.
Eg hevði nakað at gera við eftirlønirnar hjá starvsfólkunum á Postverkinum, nú Posta.
Ætlaði ikki at verða partur av kjakinum, men tá í vit verða skírd bæði eitt og annað, kundi eg ikki halda mær.
Eg veit, at ikki øll ?fakfeløg eru so glað fyri, at ?endatølini á eftirlønini hjá teirra limum skuldi verið val størri eftir eina langa inngjaldan til eftirløn, men so bleiv ikki.
Postfelagið og Starvsmannafelagið byrjaði 1985 at spara upp til eina eftirløn.
Vit kundu velja, um vit vildu hava ein lønar hækking ella eitt sindur til eftirløn.
Hjá Starvsmannafelagnum var tað obligatoriskt.
Okkum varð lovað, at tá ið vit komu um eftirlønaraldur vórðu vit øll millióningar, eg droymdi um pelsin til konuna og Volvo bilin til mín sjálvs.
Fyrst varð inngjaldið ?2,5 . 5,5. 7,5 . 9,5 % o.s.v.
Í 1992 vórðu øll fakfeløg biðin um at møta í Norðurlandahúsinum, har Atli Dam sáli bað okkum øll um ?at vísa samfelagsábyrgd við at fara 10% niður í løn.
Hetta skuldi vit fáa aftur seinni.
?Tað tók okkum10 ár at koma á sama lønarlag, sum vit vóru á 1992, og eitt tógvið stríð og eitt drúgt verkfall 1995.
Hetta viðførdi, at nøkur fakfeløg ?í 90unum seldu frídagar, eftirlønir og annað fyri at lønarmissurin ikki skuldi verða so stórur hjá tí einstaka limunum.
Eftir hetta kom stígur í viðvíkjandi % til eftirløn.
Men eftir 1999 kom so aftur sokallaðar vanligar sáttmálasamráðingar og glið kom á aftur % til eftirløn.
Ein lønarhækking á 1 % í kr. kostaði 0,8 % í eftirløn.
So ofta varð tað eitt sindur í lønarposan og eitt sindur í eftirløn.
?Hetta er tann breiði skarin av miðal løntakarum, sum Hans Pauli Strøm kallar spekulantar av kapitalpensiónum .
?Tað var hetta sum fekk meg at taka pennin fram.
Eg haldi hetta er eitt ljótt álop á okkum vanligu løn móttakara, sum hava roynt ígjøgnum 25 til 30 ár, at hava spart upp til eftirløn
Vit verða nú kallaði at hava/ spekulera og annað
?Eg kann fortelja Hans Paula Strøm og hansara fylgisneytum, at tað sum vit eiga eftir í uppspardum virði anno 2011 er umleið kr. 550.000, eg eri 56 ár og um eg skuldi fari frá ?sum 60-62 ára gamal er umleið kr. 850.000 í uppsparda virði herav skal 35 % í skatt.
Hetta eru tey, sum tú skírir spekulantar, sum eftir at hava goldið í 25 ár til eina eftirløn hjá LÍV og hava verið 40 ár á arbeiðsmarknaðinum, hava umleið kr. 550.000 til ellisárini frá 60 ?ár til 67 ár, ella kr. 79.000 um árið ella kr. 6,607.00. um mðr.
Hetta er takkarlønin aftur fyri, at ein hevur ?spart nøkur oyru upp til eftirløn, meðan nógv onnur hava livað á fyrsta klassa stóran part av sínum lívið og onki goldið til eftirløn.
Nú skulu vit onnur gjalda fyri tey og tykkum politikkara og ikki fáa lut í eini fólkapensión, ?sum vit øll hava goldið til.
Sum politikkari ?kanst tú noyðast við bert 4-6 ár antin á Løgtinginum ella í Landsstýrinum ?fyri at fáa eina eftirløn, sum onnur hava arbeitt fyri í 40 til 50 ár. Tit fáa eina eftirløn sum svarar til kr. 26.000 um mánaðin.
Mítt roknistykkið varð ?kr. 6.607 í 7 ár, um eg skuldi diddað mær at fari frá sum 60 ára gamalur ?eftir 30 við einari eftirløn til Lív og 40 ár á Arbeiðsmarknaðinum.
Munur er á fólkið Hans Pauli, hetta eru spekulantarnir við kapitalpensión harra Strøm
Nei, tit hava ?lóggivi tykkum øllum eina fúla eftirløn fyri ?at sita á løgtingið ella landststýrinum.
Um tú vart eitt mannfólk og um tú ert so solidariskur, sum tú roynir at billa okkum øllum inn, so skuldi tú lagt eitt broytingar uppskot fram á Ting, har hesin eftirlønarpakkin eisini er galdandi fyri ?tingfólk.og landstýrisfólk og avtikið verðandi eftirløn hjá tykkum sjálvum, og sett peningin í samhaldsfasta.
Hugsa tær allar mill. tú kundi spart í hesum tíðum, har man leitar við luppi eftir peningi.
?Nei solidariteturin røkkur bara niður í tín egna lumma.
Hetta var ein av teimum vælbjarg­aðu sokallaðu spekulantum við kapital­uppsparing.