Eftirlýsing: Sakligur politiskur hugburður

Tað mugu vera mong við mær, ið eftirlýsa eitt meira sakligt po1litiskt umhvørvi í Føroyum. Hugburðurin hjá stórum parti av føroyskum politikarum tykist at verða alt ov snævursýntur og ósakligur. Neyðugt er við eini broyting í hugburðinum í føroyskum politikki til tess at koma burtur úr hesi støðu, fyri heldur at stíla ímóti meira mennandi og málrættaðum politikki til frama fyri føroyska samfelagið.

Politiski hugburðurin

Undir yvirskriftini ?ætlar at selja almennar ognir fyri at fíggja fullveldi? royndi Jóannes Eidesgaard mikudagin, í Sosialinum, at føra fram hugsjónir sínar um Ólavsøkurøðuna. Eingin ivi skal valda um, at Jóannes Eidesgaard, bert hevði eittans endamál við sínum úttalilsum í hesu grein, nevniliga at finnast at so nógvum sum møguligt og enntá koma við úttalilsum, ið ganga beint ímóti betur vitan, fyri síðan als ikki at koma við nøkrum uppskoti til, hvussu tingini kundu verið gjørd á annan hátt. Endamálið er eittans, at vanvirða landsstýrisarbeiðið og at skapa ótryggleika millum fólk.

Tílíkur framferðarháttur kann ikki sigast annað, enn at verða tekin um ósakligan atburð. Men Jóannes Eidesgaard er langt frá tann einasti. Mangan hevur verið nevnt, at tað jú er uppgávan hjá andstøðuni at koma við atfinningum. Tað er nakað um tað, men her má ein misskiljing verða komin í. Tað at andstøðan skal koma við mótspæli og grundgivnum atfinningum er púra rætt, men hetta kann als ikki javnstillast við vanvirðing og ósakliga viðgerð.

Hví tykist hugburðurin í føroyskum politikki at verða tann, at andstøðan skal vanvirða og finnast harðliga at meirlutanum av tí, ið samgongan kemur við av málum ? Kann tað verða rætt, at nærum helvtin av fólkavaldu politikarunum skulu nýta eitt ella fleiri valskeið til hetta endamálið ?

Vit síggja í øðrum londum, serstakliga í londum við minnilutastjórnum, at andstøðu- og samgongupolitikarar samstarva um flest øll mál tvørtur um flokkar og hugsjónir, tí endamálið hjá fólkavaldum politikarum er júst at bera so í bandi, at teir arbeiða til frama fyri, at fáa skilagóð mál framd til frama fyri alt landið og alt fólkið.

Í Føroyum verður tíverri arbeitt í einum heilt øðrvísi politiskum umhvørvi. Ávísir politikarar hava enntá úttalað seg um, at teirra einasta endamál í løgtinginum er at fella landsstýrið. Hetta er bert eitt av mongum dømum um, at hóast tað kann tykjast sum politiska umhvørvið er vorðið eitt sindur meira sakligt undanfarnu árini, so er enn langt á mál, áðrenn vit fáa ta broyting í politiska hugburðinum, ið er neyðug, fyri at fremja eitt meira mennandi politiskt umhvørvi og harvið fáa meira sakligan politikk.


Orð og gerð ? ikki hond í hond

Tað er tó ikki bert andstøðan, ið ger sítt til, at føroyskur politikkur ikki verður tikin í nóg stórum álvara millum manna. Eisini samgongan hevur torført við at varðveita sítt trúvirðið millum manna. Hóast arbeitt verður fram móti einum felags málið til frama fyri allar Føroyar, nevnliga fullveldi, so er tað tíverri ikki altíð at orð og gerð fylgjast at. Tá ið samgongan hevur sett sær eitt mál, ið er, at Føroyar skulu gerast eitt samhaldsfast sjálvstøðugt samfelag, átti politikkurin at verið har eftir. Heldur enn at nýta pening til fríðkan av tinghúsi, undirsjóvartunnlar, skattalættar v.m., átti peningurin verið nýttur at yvirtaka tey fáu økini, ið enn eru á donskum hondum, og hartil til at bøta um tey øki í samfelagnum, ið hava stórstan tørv á hesum. Bert á henda hátt vilja orð og gerð fylgjast hond í hond, og bert á henda hátt vil álitið á føroyskar politikarar og fullveldisætlanina sum heild gerast størri.


Politikkur ? álvara ella gaman ?

Lurtar ein eftir orðaskiftinum í tinginum, nú um dagar, er heldur ikki ov nógv saklig viðgerð at finna. Í alt ov nógvum førum eru ta ógrundaðar meiningar, ið síggja dagsins ljós í tinginum. Alt ov ofta ber orðaskiftið eisini brá av, at talarin ikki hevur kunnað seg nóg væl um málið. Hetta er enn ein orsøk til, at føroyskur politikkur ikki verður tikin í nóg stórum álvara.

Enn ein trupulleiki, ið eisini má komast burtur frá í føroyskum politikki er tann altíð afturvendandi økispolitikkurin. Politikarar, ið ynskja at føra økispolitikk, áttu at hildið seg til at verða kommunalpolitikarar, meðan landspolitikarar eru valdir til at arbeiða til frama fyri alt landið. Hetta er sjálvsagt, men ikki allir politikarar tykast at hava skilt hetta býtið.

Komið kundið verið inn á nógvar aðrar trupulleikar í føroyskum politikki, men farið eg ikki at koma inn á fleiri her. Niðurstøðan er, at eg ? og uttan iva mong við mær - eftirlýsi eina broyting í hugburðinum í føroyskum politikki til tess, at menna eitt meira sakligt politiskt umhvørvi og harvið sakligan politikk í Føroyum.


2. august 2000


Kristina Háfosscute;ðini eg havi fingið frá venjarum og meiri royndum leikarum er, ikki at fara upp at flúgva, men allatíðina at hava bæði bein á jørðini, hóast tað gongur væl. Og so er tað sjálvandi eisini sera týdningarmikið áhaldandi at arbeiða hart.



- Ein skal vera fótbóltsspælari 24 tímar um døgnið

Men hvat hendir við teimum ungu leikarum, sum verða vrakaðir av liði sínum og hava onga útbúgving?

- Ungir fótbóltsleikarar hava í øllum førum allir fólkaskúlan, eins og eg havi, og frá tí grundarlagi kann ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á lægri støði.

Spurdur, um fótbóltur ikki er eitt sindur óvist at byggja á, um ein knappliga skuldi verðið vrakaður uttan at hava nakra útbúgving, sigur Lennie, at tað er heilt víst fleiri leikarar, sum uppliva júst hatta.

- Tað er í roynd og veru so fáir leikarar sum fullføra tað, sum allir droyma um, nevniliga at gerast fulltíðar yrkisleikarar við stórum feløgum, so ein má vera til reiðar til ikki at megna tað.

Tá prátið kemur inn á skaðar og annað, sigur Lennie, at um tað knappliga ein dag skuldi borið so á, at hann gjørdist skaddur fyri lívið, hevði hann farið at arbeitt í handlinum hjá pápa sínum.


Hvørjar eru framtíðarætlanir tínar innan fótbólt?

- At vera fastur maður á Premier League liðnum hjá Chelsea, og so vónandi eisini at koma á enska landsliðið einferð í framtíðini. Tað er stutt sagt mítt mál. Hann leggur afturat, at tað fer sjálvsagt at verða sera torført. Í løtuni spælir Lennie á U-19 liðnum hjá Chelsea, og hóast hann bert er 16 ára gamal, er hann fyrsti málverji har. Hann ynskir at koma so skjótt sum gjørligt á eykaliðið hjá Chelsea, fyri síðani at koma inn á Premier League liðið.


Hvat er kravið hjá tær og hjá ungum fótbóltsleikarum sum heild, um teir skulu fullføra sín dreym?

- Tað ræður um at vera fótbóltsleikari 24 tímar um døgnið, og at arbeiða hart bæði á og uttanfyri vøllin. Uttanfyri vøllin skal ein lata vera við at koma sær uppí trupulleikar og tílíkt. Annars er bert at arbeiða so hart sum tilber, tí eingin kemur sovandi til nakað.

Vit hava ferð eftir ferð sæð bretskar leikarar havt trupulleikar uttanfyri vøllin, og av mongum kann eg nevna t.d. Paul Gascoigne og fyrrverandi Manchester United stjørnuna George Best, so tað er ikki av tilvild, at Lennie sipar til júst hetta.

Til seinast ynskja vit 16 ára gamla málmanstalentinum úr Chelsea, Lennie Pidgeley, alt tað besta í framtíðini, og vóna at hann ein dag fullførir dreym sín. Minst til navnið Lennie Pidgeley, tað kann knappliga koma á sjónvarpsskíggjan ein leygardag seinnapart heima í stovuni.....