Royndir í fleiri ár - í nógvum londum vísa, at verður eftirlitið við ferðsluni økt, minkar talið av ferðsluvanlukkum. Tað vísir seg stutt sagt, at fólk eru meira ansin, tá ið tey vita, at tey eru undir eftirliti. Grundað á hesa sannføring, verður alsamt arbeitt við at gera eftirlitið enn betri og munadyggari m.a. við hátøknitólum.
Í september 1997 fór danska løgreglan undir royndir at skipa fyri eftirliti við sjónvarpstólum. Arbeitt var eftir australskari fyrimynd, tí sonevnda »Victoriamodellinum«. Nevnast kann, at slíkt eftirlit longu í fleiri ár verið nýtt í hinum norðurlondunum. Talan er um nýtslu av sera framkomnum sjónvarpstólúm, sum arbeiða saman við ferðmátara. Hetta eru handug tól, sum er løtt at flyta úr einum stað í annað.
Í stuttum verður farið fram soleiðis: Sjónvarpstól og ferðmátari verður sett upp t.d. aftanfyri í einum sivilum vørubili og so verður ferðslan, sum kemur eftir ávísum vegi - ávíst tiðarskeið - kannað
Tað eru bert bilar, sum koyra skjótari enn loyvt er, ið verða filmaðir og goymdir á bandi. Tólini eru nevniliga so snildisliga gjørd, at upptøkur verða ikki gjørdar fyrr enn ferðmátarin hevur skrásett, at bilur hevur koyrt ov skjótt. Myndatólið er so neyvt, at tað ber væl til at kenna fólk aftur, og sjálvandi sæst eisini bilur og nummarpláta væl. Bilur, sum hevur koyrt ov skjótt, verður ikki steðgaður, men sleppur at koyra víðari, uttan at bilførarin beinanvegin fær at vita, at hann er skrásettur. Hinvegin er hann frammanundan væl og virðiliga ávaraður um eftirlitið við alskyns skeltum, lýsingum osfr. Ein av fyrimununum við hesum framferðarhátti er, at tað ber til at gera kanningar av rættiliga nógvum bilum og tað við lítlari manning. Harumframt ber nú til at kanna bilar á støðum, har tað ikki bar til fyrr, tí at vandamikið var at steðga bilunum.
Tá myndatøkupolitisturin er liðugur við vegarbeiðið sítt, fer hann á skrivstovuna, har ein redigeringsmaskina stendur. Tá myndatekniska arbeiðið er fingið frá hondini, verða tær útvaldu myndirnar av teimum bilum, sum hava koyrt ov skjótt, prentaðar út. Myndirnar verða gjørdar stórar, so at bæði bilur og bilførari sæst væl. Um so er, at onnur fólk, ið eru í bilinum, síggjast á myndini, verða yvirmálað so tey verða ókennilig. Hetta fyri at sleppa undan óhepnum støðum, um hví, hvør var í bilinum osfr. Tá ið hetta pappírsarbeiðið er liðugt, verða myndir og brøv send út til tey, sum eru skrásett, saman við bót ella t.d. eini fráboðan um, at koyrikortið verður tikið. Er tað so, at tað er ikki eigarin av bilinum, sum hevur koyrt bilin, so hevur hann, sambært donsku ferðslulógina, skyldu at upplýsa, hvør hevur koyrt bilin. Um eigarin noktar at gera tað, fær hann bót. Hinvegin er ringt at nokta nakað sum helst, tí at myndirnar eru so góðar og prógvandi. Myndatólið er próvfast m.a. tí, at tað er plomberað.
Sum nevnt var hetta bert ein roynd hjá danska politinum og byrjað varð í smáum - bara við tveimum upptøkutólum og tað einans í Keypmannahavnarøkinum og í Odense. Men hóast hetta hevur ávirkanin verið stór, so stór, at miðalferðin er lækkað í royndarøkjunum og serliga hevur royndin havt við sær, at færri bilførarar hava torað at farið upp í tað heilt stóru ferðina. Og ikki minst hevur hetta ávirkað hýruvognsførararnar og tað ikki av ongum, koyrikortið er jú fyritreytin fyri teirra livibreyði. Roknað verður við, at í hesar 15-16 mánaðirnar royndin hevur vart, er talið á deyðum í ferðsluni minkað við 7% í royndarøkjunum. Í hesum tíðarskeiðinum eru 50.000 bøtur skrivaðar og bert í einum føri er tað hent at ein persónur kravdi at fáa mál sítt í rættin, so her er nógv tíð og nógv løgfrøðingaarbeiði spart. Annars er tað týdningarmikil liður í allari hesari fyriskipan, at hvørt einstakt mál skal ganga skjótt, tí at tað hevur eina fyribyrgjandi ávirkan, at fólk vita at tey fáa revsingina beinanvegin og ikki skulu bíða t. d. í eitt ár. Sum heild verður sagt, at fólk eru positiv fyri tiltakinum.
Hóast at tað hava verið onkrir tekniskir og løgfrøðisligir trupulleikar, so kann sum heild kann ikki annað enn sigast, enn at danska politiið er nøkt við royndirnar, tí at í februar/mars í ár verður víðkað um hetta slagið av eftirliti, so at tað verða 10 upptøkutól og sum fara at verða brúkt í einum størri parti av landinum.
Sum kunnugt er løgreglan í Føroyum donsk og verður stýrd eftir donskum fyriskipanum. Sum skipanin er, liggur avgerðin í Danmark, hvørt eftirlit við hátøkini skal verða sett í verk í Føroyum ella ikki.
Higartil hevur so einki verið at hoyrt um, at slíkt eftirlit skal verða sett í verk.