Eftirlitsvitjanir á røktarheimum

Umboðsmaðurin hevur verið á eftirlitsvitjanum á tveimum røktarheimum, sum hava deildir til fólk við demens

Eftirlitsvitjaninar á røktarheimunum vórðu rættaðar móti støðuni hjá persónum við týðandi sálarligum virkistarni, demens, sum búgva á stovni, teirra sjálvsavgerðarrætti og inntrivum, sum tey ikki geva ella hava førleikar at geva samtykki til.


Áðrenn vitjanirnar hevði umboðsmaðurin fund við Demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum  fyri at kunna seg um, hvussu demensøkið var skipað. Eisini var fundur við Alzheimerfelagið fyri at fáa kunning um, hvat felagið hevði at viðmerkja um støðuna hjá persónum við demens, sum búgva á stovni. 


Fyribils hevur umboðsmaðurin verið á eftirlitsvitjan á hesum røktarheimum:

 

  • demensdeildini, Handarastovu á Lágargarði, 19. mars 2024
    Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu
  • demensdeildini, Suðurstovu á Eysturoyar ellis- og røktarheimi, 24. juni 2024
    Roðin – økistænastan fyri Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu

 


Demensdeildirnar eru deildir í kommunalum røktarheimi og tí fevndar av Eldralógini. 


Eftirlitsvitjaninar tóku m.a. útgangsstøði í hesum lógum:

 

  • Eldralógini, lóg nr. 19 frá 7 apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m. 
  • Tvingilslógini, lóg nr. 73 frá 25. mai 2020 um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin
  • Verjumálslógini, anordning nr. 397 frá 20. apríl 2021 om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven
  • Lógini um framtíðarfulltrú, lóg nr. 157 frá 10. desember 2021 um framtíðarfulltrú

 


Á vitjanunum legði umboðsmaðurin harumframt dent á at lýsa gerandisdagin hjá búfólkunum. Í hesum sambandi vórðu m.a. hesi viðurskifti umrødd:

 

  • dagligdagin á deildini, m.a. tiltøk, ítriv og o.a. fyri virkni, trivna og umsorgan
  • sambond (relatiónir) og samskifti við tey avvarðandi
  • sjálvsavgerðarrættur, samtykki, verjumál, framtíðarfulltrú og fíggjarviðurskifti
  • trygd, tvingsil og onnur inntriv, valdsnýtsla v.m.

 

 

 

Áðrenn vitjanina vórðu búfólk og teirra avvarðandi kunnaði um, at umboðsmaðurin kom á eftirlitsvitjan, og at tey, sum ynsktu tað, høvdu møguleika at tosa við umboðsmannin.


Eftirlitsvitjaninar vórðu skipaðar soleiðis, at byrjað varð við einum fundi við leiðsluna og umboð fyri starvsfólkini. Eftir fundin varð víst runt á deildini. Síðani tosaði umboðsmaðurin við búfólk, avvarðandi og starvsfólk, sum ynsktu samrøðu við umboðsmannin. At enda var samrøða við leiðsluna, har tikið varð samanum dagin.


Umboðsmaðurin hevur gjørt frágreiðingar frá hesum báðum eftirlitsvitjanunum.


Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu og Roðin, økistænastan fyri Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu, hava fingið høvi at gera viðmerkingar til frágreiðingina. Nú frágreiðingarnar eru lidnar, eru tær sendar nevndu myndugleikum, Demensklinikkini, Alzheimerfelagnum, landsstýriskvinnuni í almannamálum (Eldralógin), landsstýrismanninum í lógarmálum (Tvingsilslógin), landsstýriskvinnuni í heilsumálum (kommunulæknaskipanin) og Løgtinginum. 


Umboðsmaðurin hevur eisini sent landsstýrismanninum í lógarmálum (Tvingsilslógin) og landsstýriskvinnuni í almannamálum (Eldralógin) kunnandi skriv um staðfestingarnar í mun til Tvingsilslógina og um, at enn mangla reglur um eftirlit á eldraøkinum (sí fylgiskjal 3).


Frágreiðingarnar eru grundarlag undir teimum samandráttum, sum kunnu lesast í fylgiskjølunum 1-2,  har tikið verður samanum frá vitjanunum, og hvørji tilmæli umboðsmaðurin hevur givið.

 

 

 

Her er stutt samanskriving av viðmerkingum og tilmælum frá umboðsmanninum  

 

Um dagligdagin á deildunum

Hóast demensdeildirnar vóru í hølum, sum upprunaliga ikki vórðu bygd til fólk við demens, var tað samanumtikið fatanin hjá umboðsmanninum, at við teimum broytingum, sum vórðu gjørdar eftir tørvi, so var talan um demensdeildir, ið høvdu rímiliga góðar karmar til sítt virksemi, og at í innrættingini var eisini roynt at taka atlit at, at talan var um búfólk við demens. Eisini var tað fatanin hjá umboðsmanninum at hóast ynski var um at fáa fleiri starvsfólk við viðkomandi útbúgving, so hevði verandi starvsfólkahópur neyðuga fakligheit at taka sær av búfólkunum. Arbeiðið tyktist væl skipað. Tænastan og umsorganin varð veitt við denti á, at talan var um búfólk, sum hava demens av ymiskum slagi, at halda tey virkin eftir evni, eins og at geva teimum innihaldsríkar dagar. 


Tey avvarðandi, sum tosaðu við umboðsmannin, vóru samanumtikið væl nøgd við tænastuna, ið stovnurin veitti búfólkunum. Avvarðandi vístu tó á, at tíðin, áðrenn teirra familjulimur hevði fingið búpláss, hevði verið sera ørkymlandi og strævin, tí óvissa hevði verið um so nógv viðurskifti. 


Viðvíkjandi sambondum (relatiónir) 

Vitjanirnar góvu umboðsmanninum ta fatan, at demensdeildirnar skapa góðar møguleikar fyri at búfólk og teirra avvarðandi kunnu hava tætt samband, hóast bústaðurin er á einum stovni. 


Samstarvsráð 

Á tí eina røktarheiminum varð upplýst, at samstarvsráðið ikki var aktivt í løtuni. Sambært § 15 í Eldralógini, var eitt lógarkrav, at velja eitt samstarvsráð á hvørjum røktarheimi, sum hevur til endamáls at tryggja samstarvið millum búfólk, avvarðandi og heimið. Umboðsmaðurin heitti tí á stovnin um at velja og skipa eitt samstarvsráð fyri stovnin.


Sjálvsavgerðarrættur og samtykki, verjumál, framtíðarfulltrú og fíggjarviðurskifti

Staðfestast kundi, at verjumálini vóru fá, og tey snúðu seg bert um fíggjarviðurskiftini. Fíggjarviðurskiftini millum búfólk og stovn vórðu skipað eftir føstum og greiðum leisti, og fíggjarviðurskiftini góvu annars ikki stórvegis trupulleikar. 


Eingin av búfólkunum høvdu gjørt framtíðarfulltrú. Við framtíðarfulltrú kann ein persónur sjálvur velja, hvør skal umboða seg, um viðkomandi ikki fær tikið sær av sínum fíggjarligu og/ella persónligu viðurskiftum longur orsakað av sjúku, viknaðum sinnisligum virkisføri, viknaðari heilsu ella líknandi. 


Øll búfólkini høvdu sostatt sjálvsavgerðarrætt, og var hetta nakað starvsfólkini tóku atlit at í sambandi við veiting av røkt og umsorgan yvirfyri einstaka búfólkinum.


Viðvíkjandi trygd, harðskapi, valdsnýtslu og tvingsil

Demensdeildirnar høvdu skipanir um fráboðan av valdsnýtslu og harðskapi, og starvsfólkini høvdu fingið skeið í at handfara tvístøður og harðskapsstøður. Staðfest varð, at tað kom nærum ikki fyri, at fysiskur harðskapur var á hesum deildum, men at onkuntíð kundi orðalagið gerast í so hóttandi. Umboðsmaðurin mælti í hesum sambandi til, at starvsfólk eisini fáa læring í at handfara og at steðga verbalum harðskapi.


Í sambandi við eftirlitsvitjaninar hevði umboðsmaðurin kunnað seg um, í hvønn mun stovnarnir, í tíðarskeiðnum síðani 2021, tá Tvingsilslógin kom í gildi, og til og við 2023, høvdu søkt Kærustovnin um góðkenning til tvingsilsinntriv. 


Undir vitjanunum kundi staðfestast, at inntriv í eginfrælsið, sum krevja góðkenning frá Kærustovninum, so sum serlig upplatingarskipan til hurð, serlig hurðahondtøk, ávaringarskipanir og peiliskipanir í nøkrum førum vóru sett í verk uttan góðkenning. 


Umboðsmaðurin undraðist á, at stovnarnir ikki høvdu ráðført seg meira um, hvat kravdist fyri at seta slík inntriv í verk, ella høvdu tikið stig til at søkja góðkenning til inntrivini fyrr enn í sambandi við vitjanina frá umboðsmanninum.


Umboðsmaðurin vísti á, at inntriv, sum eru tvingsil, sambært Tvingsilslógini, krevja góðkenning.  Hóast tvingsil í serligum førum kann sýnast at verða neyðugur fyri at veita nøktandi røkt og umsorgan til búfólk, sum hava demens, so skal altíð gerast ein ítøkilig meting av støðuni hjá einstaka búfólkinum. Inntrivini eiga at verða rættaði móti einstaka búfólkinum og ikki øllum búfólkunum sum ein samlað eind.


Viðvíkjandi starvsfólkum sum ikki tosa/skilja føroyskt 

Nøkur avvarðandi góvu til kennar ávísan ótryggleika av, at starvsfólk vóru á vakt, sum ikki skiltu ella tosaðu føroyskt. Frá leiðsluni á viðkomandi stovni varð greitt frá, at nøkur starvsfólk vóru, sum ikki skiltu ella tosaðu føroyskt, men at tey vóru tilvitaði um, at hesi skuldu arbeiða saman við fólki, sum tosa føroyskt. Leiðslan helt tískil, at hetta var ikki nakar aktuellur trupulleiki. 

Umboðsmaðurin vísti í hesum sambandi á, at fyri búfólkini og trygdina á stovnunum, er týðandi, at tað altíð eru starvsfólk til staðar á deildini, sum kunnu samskifta á máli, sum búfólkini skilja.


Myndugleikasamstarv

Undir vitjanunum varð samstarvið millum Demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum og kommunulæknaskipanina umrøtt. 

Stovnarnir søgdu seg fáa góða hjálp og ráðføring frá Demensklinikkini, tá tey høvdu tørv á tí.

Á báðum stovnunum var ynski um at fáa fastan kommunulækna til stovnin, ella at læknar komu meira út á stovnin, deils tí hetta hevði givið eina betri tænastu, men eisini fyri ikki at brúka so nógv tíð uppá at samskifta og koyra, sum tey gera í dag. 

Báðir stovnarnir viðmerktu, at tørvur var á einum eldralækna.