Levi Mørk, limur í Tórshavnar býráð
---
Hósdagin 5. mai víðkar KLUBB 188 um sítt virksemi við at ung úr 3. til 5. flokk kunna koma í KLUBB 188. Húsið verður opið fyri hesum aldursbólki tvær ferðir fyri summarfrítíðina, og tað verður byrjað hósdagin 5. mai kl. 17.00, og opið verður til 20.00.
Um royndin við at hava opið tvær ferðir fyri summarfrítíðina verður væl móttikin, so verður arbeitt víðari við, at hesin aldursbólkurin skal hava møguleika at koma regluliga í KLUBB 188 eftir summarfrítíðina.
Men hetta er bert ein byrjan, men hon er ikki heilt nøktandi, av tí at tørvurin er størri enn so, og kommunan má finna høli at hýsa børnum úr 3. til 5. flokki í Hoyvík millum kl. 13.30 til kl. 17.00.
Orsøkin til, at vit mugu skipa so fyri, er, at í Hoyvík ganga nógv børn í aldrinum 9 til 12 ár heima einsamøll, uttan at nakar ansar teimum - og tað halda vit ikki vera skilagott.
Summi foreldur hava talað at og sagt fyri mær, at meðan børnini ganga einsamøll heima, verða kókað bæði pastaskrúvur og annað heima eftir skúlatíð.
Eg eri bangin fyri, at ein ólukka kann standast av hesum fyrsta dagin, um ikki kommunan skipar fyri tilboðum til hesi ungu í tímunum frá kl. 13.30 til 17.00.
Vit kenna jú til, at netverkið hjá familjum í Hoyvík ikki er tað sama sum aðrastaðni í Tórshavnar kommunu, tí her eru so nógvir tilflytarar, og her eru ikki so nógvar ommur og abbar, sum kunnu hjálpa foreldrunum at ansa børnunum eftir skúlatíð til kl. 17.00.
Tí meti eg tað vera eina skyldu hjá Tórshavanar kommunu at fara til verka og finna loysnir á hesum øki.
Ein annar trupulleiki er eisini, at børn við serligum tørvi, ikki hava eitt skipað frítíðartilboð eftir skúaltíð – og er tað serliga børn við menningartarni, ið hava tørv á, at okkurt verður gjørt á hesum øki.
Hóast Tórshavnar kommuna hevur gjørt serstovu í Frítíðarskúlanum í Hoyvík til børn við autismu, er parturin til børn við menningartarni ikki heilt nøktandi. Tí tað er enn ikki komið hartil, at talan er um eitt skipað tilboð beint eftir skúlatíð.
Eitt annað mál, sum eisini hevur bráðfeingisábøtur fyri neyðini, er at fáa skipað ungdómsvirksemi í Kollafirði. Tórshavnar kommuna hevur sett 1.5 millión av til endamálið við at innrætta loftið í Ítróttarhøllini í Kollafirði, soleiðis at KÌF eisini fær skipað hølisviðurskifti.
Somuleiðis er neyðugt við einum nýggjum ungdómstilboði á Argjum. Her kundi verið møguleiki at funnið eina skilagóða loysn, nú tá ið frítíðarskúlin á Argjum flytur niðan í nýggjan skúlan á Hamarinum. Men tað skal sjálvandi finnast peningur til endamálið fyrst.
Eg ætli mær tí sum býráðslimur at reisa hesi omanfyri nevndu mál í samgonguni, og so vit kunnu finna onkra loysn til komandi fíggjarár. Men tað er sjálvandi ein politisk raðfesting og ein fíggjarligur spurningur. Men eitt er at gleðast um, og tað er , at umsitingin er sinnað at byrja í KLUBB 188 - og leggjast kann afturat, at nú verður arbeitt við, at fáa skipað eina Teldukafé úti á Norðastahorni - og tað er bert eisini at frøast um! Men enn er langur vegur á mál, og møgulig játtan skal eisini finnast til komandi ár.