Eftirskúli í Hvalba í 2009

Framyvir fáa skúlanæmingar tilboð um at ganga í einum nútímans og spennandi eftirskúla í Hvalba. Álit um eftirskúlan varð handað í dag, og útlitini fyri at fáa hann ígjøgnum eru góð.

Tað hevur í mong ár verið ein sannroynd, at 10. skúlaár í føroyska fólkaskúlanum hevur ikki verið nøktandi, í mun til tann tørv, sum júst hesin aldursbólkur hevur. Bara seinasta árið er talið av næmingum, sum velja at gnaga í 10. flokki í Havn minkað við 100 næmingum, og nógvir hesir velja at fara til Danmarkar á eftirskúla.
Men nú fara teir eisini at kunna velja at fara eitt ár til Hvalbiar, har ætlanin er at byggja ein nýggjan og stásiligan eftirskúla, har tilboðini eru mong og forvitnislig. Kostnaðarætlanin fyri skúlan verður einar 90 milliónir, og pláss verður fyri 80 næmingum um ári. Tað verða land og kommunur, sum í felag reka skúlan, og nevndin, sum hevur skrivað álitið, væntar, at ætlanin kemur ígjøgnum politiskt.   
Í stuttum kann verða sagt, at høvuðsendamálið er at fáa ein nýggjan og slóðbrótandi skúla í føroyska samfelagnum. Og, sum sagt verður í álitinum, so er í fyrstu syftu ætlanin, at skúlin skal vera eitt tilboð fyri næmingar, sum hava rokkið undirvísingarkravdan aldur. Talan er sostatt um 10. flokk og 11. skúlaaldur, ella upp til 18 ár.
Ólavur Rasmussen, hevur verið umboð fyri stigtakararnar. Jens Marius Poulsen umboðaði KSF og Anna Djurhuus umboði FKF í nevndini. Harumframt hevur umboð verið fyri MMR.
Nevndin miðar eftir at hava skúlan lidnan til skúlaárið 2009/10, ella í august 2009.
 
Nýbrot fyri føroyskan skúla
Álitið um Atlantic Adventure Eftirskúlan, sum hann eitur, varð handað umboðum fyri Kommunusamskipanina og Kommunufelagnum umborð á Smyrli í morgun. Ólavur Rasmussen, prestur í Hvalba, greiddi frá um hugskotið um eftirskúlan og um innihaldið í álitinum.
- Vit kunnu lættliga siga, at hetta er nýbrot í føroyskum skúlaskapi. Stórur tørvur er á einum dygdargóðum og alternativum tilboði til næmingar, sum eru lidnir við 9. flokk. Tí skal eftirskúlin eisini bjóða nógvar kreativar lærugreinar, sum fólkaskúlin ikki kann bjóða, segði Ólavur Rasmussen á tíðindafundinum.
Og í álitinum verður greitt frá, at ein slíkur skúli hevur tann fyrimunin, at aldursspennið í næmingaflokkunum verður minni, soleiðis at pedagogiska tilrættisleggjanin verður einfaldari. Fyrimunurin er eisini, at tilboð skúlans ikki eru bundin at undirvísingarskylduni, og gevur hetta størri pedagogiskt frælsi, meiri rásarúm og fleiri møguleikar fyri variatión í lærugreinunum.
Nevndin ivast ikki í, at hesin árgangurin hevur størsta tørvin á avbjóðandi skúlaskapi, soleiðis sum støðan er í Føroyum í dag. Hinvegin er tað ein fyrimunur, at skúlin, frá byrjan av, hevur møguleikan at veita 9. floks næmingum tilboð, um tørvur vísir seg at vera á hesum.
 
Byggir á frískúlatankan
Í álitinum verður eisini sagt, at skúlin er hvørki bundin at kirkjum ella samkomum, men er fyri øll. Eftirskúlin byggir á grundtvigska frískúlatankan, har virðingin millum lærara og næming er í hásæti, og har kristindómurin er ein natúrligur partur av grundarlagnum. Morgunsangur er ein fastur táttur í gerandisdegi skúlans, og tankin er at kombinera siðbundnar, kravdar lærugreinar og kreativar lærugreinar, sum vanliga liggja uttanfyri tey tilboð, sum fólkaskúlin kann bjóða.
- Tað er júst henda kombinatión, sum fakliga ger eftirskúlan til ein eftirskúla, segði Ólavur Rasmussen. .
 
Kostskúlapedagogikkur
Og hann greiddi víðari frá, at størstu pedagogisku møguleikarnir liggja í kostskúlaumhvørvinum, har eftirskúlatankin veruliga kemur til sín rætt.
- Á eftirskúlanum læra næmingarnir at virka í einum felagsskapi; teir læra at taka ábyrgd og at fylgja ásettum reglum, ið tæna tí einstaka og heildini. Næmingarnir læra
eisini slíkt, sum foreldrini vanliga taku sær av. Teir læra at vaska síni egnu klæði, at halda skúlan reinan, at gera mat. Men fyrst og fremst læra teir, at tað kann vera bæði stuttligt, spennandi og mennandi at ganga í skúla, tí at tilboðini eru so nógv og øðrvísi enn tað, sum teir eru vanir við, segði Ólavur Rasmussen millum annað.
 
Hvalba nógv at bjóða
Skúlin liggur í Hvalba, tengdur at ítróttarhøllini, sum longu er á staðnum. Nevndin metir hesa loysn verða so gagnliga fyri verkætlanina og eina so stóra sparing, at
eingin ivi er um at staðsetingin í Hvalba er tann rætta.
- Og hesa ferð kunnu vit fegnast um at suðuroyingar eru samdir um at skúlin skal liggja í Hvalba, segði Ólavur Rasmussen.
 
Bygningur - lærarabústaðir
Umframt vanligar skúlastovur hevur eftirskúlin væl útgjørdar verkstaðir og onnur kreativ arbeiðsrúm. Harumframt hevur eftirskúlin bústaðir til næmingarnar, køk, stóran matarsal, ymisk uppihaldsrúm og auditorium, stendur at lesa í álitinum.
- Einki er at ivast í, at tað er ein pedagogisk styrki um lærarabústaðir eru knýttir at skúlanum. Minsta krav er, at skúlaleiðarin býr tætt hjá skúlanum. Alt í alt eigur talan at vera um eina arkitektoniska og pedagogiska heild, sum skapar heimligan hugna, trivna, virðing fyri umhvørvinum, sigur nevndin í álitinum.
 
Kostnaður fyri bygning og lendi
Sambært hølisskránni og skitsunum, er talan um bygging uppá áleið 4.000 m². Talan er um skúlabygging við 40 kømrum til 80 næmingar og tveimum íbúðum til gestalærarar. Samlaði byggikostnaðurin verður 80 milliónir krónur.
 
Rakstrarkostnaður
Mett verður at samlaðu rakstrarútreiðslurnar fyri hvønn næming verða 125.000,- krónur, og árliga rakstrarkostnaðin 10 milliónir krónur. Landið letur í mesta lagi 70 prosent av kostnaðinum,  og hini 30 prosentini skulu rindast av heimstaðarkommununum og næmingunum. Roknað verður við, at næmingarparturin kemur at liggja millum 20.000 og 45.000 krónur, alt eftir inntøkuna hjá foreldrunum, greiddi Ólavur Rasmussen frá.
 
Ikki atferðartruplulir næmingar
Eftirskúlin ikki er fyri atferðartruplar næmingar, soleiðis at skilja, at næmingar, sum eru so skaddir, at teir búgva á stovni fyri atferðartrupul ung hóska ikki  inn í eftirskúlaumhvørvið.
- Danir hava drúgvar royndir við at loyva beinleiðis skaddum ungfólkum inn, og tað er meira til ampa fyri næmingarnar, tí teir eru ikki førir fyri at fáa nakað skilagott burturúr einum eftirskúlauppihaldi. Teir krevja nógv meira umsorgan, enn ein vanligur eftirskúli fær bjóðað, sigur Ólavur Rasmussen. Nevndin sigur, at atferðartruplir næmingar høvdu gjørt eftirskúlan ómøguligan at umsita ella stýra  og høvdu gjørt tað ómøguligt hjá øðrum næmingum at virka á skúlanum.
Men Ólavur Rasmussen staðfestir samstundis, at skúlatroyttir næmingar eru meira enn vælkomnir, tí tilboð og avbjóðingar eiga at røkka tílíkum næmingum.
 
Tekna teg nú!
Fyrsta dagin fær skúlin sína egnu heimasíðu, og tað fer at bera til at tekna næmingar til skúlan beinanvegin.
- Hetta gevur leiðsluni eitt langt skotbrá at skipa skúlan í samsvar við eftirspurningin, harímillum eisini at taka støðu til, um skúlin skal byrja við ella uttan 9. flokk.
Skotbrá er eisini at taka støðu til, um eftirskúlin skal hýsa næmingum við hoyribreki ella rørslutrupulleikum. Undir øllum umstøðum er greitt, at eftirskúlin, arkitektoniskt, er gjørdur til endamálið at hýsa brekaðum.
 
Góðar vónir
Og nevndin sigur í álitinum, at við tí stóra fyrireikingararbeiði, sum er farið fram, og  tí góða vilja til samstarv, sum Mentamálaráðið og Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag hava sýnt, er nevndin sannførd um at settu mál verða rokkin  Føroya ungdómi at gagni og frama.
--
 
Fakta um bygningin
Eyðkennið fyri skúlar er, at teir skulu hava nógva framsíðu soleiðis, at tað er nógmikið av vindeygaopum og harvið ljós í undirvísingarhølunum. Hetta kravið ger, at skúlar ofta verða langir og óhóskandi. Uppskotið trýstur tann langa skúlan saman soleiðis, at framsíðan er líka long sum áður, men frástøðurnar verða styttri. Hetta gevur eisini spennandi rúm eins og krókar og skot, sum eru vælegnað til uppihald - úti og inni. Eisini skapa skotini lívd til uttandura tiltøk
 
Bygningurin er í einari hædd, men onkustaðni er hann í tveimum hæddum. Tøkini eru ímynd av teigum. Takið er tí við flagtaki og hava ymisk hall. Eisini er tikið hædd fyri at tað ber til at síggja millum tekjurnar, so útsýnið frá bygdini verður varðveitt sum mest.
 
MAP  arkitektar hava staðið fyri tekningunum
 
--
 
Tilboð á eftirskúlanum:
 
Verkstaður við træ, jarn, plátur og maskinrúm
Media (filmsgerð, foto o.a.).
Drama
Sangur/dansur
Tónleikur/studio
Myndlist
Ìtróttur og náttúra
 
Harumframt verður eitt sokallað eksperimentarium, ið umfatar alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði og simulatorar, so næmingar kunnu læra navigatión.
 
Næmingarnir fáa tilboð um eitt uppihald á eftirskúla í øðrum londum onkustaðni millum 4 og 6 vikur.