- Eg brenni fyri tí kommunalpolitiska

Hon er rættiliga bitin av kommunalpolitikki og trívist ómetaliga væl í hesum. Tí ætlar hon at bjóða seg fram aftur á kommunuvalinum í november.

 

Hanna Jensen hevur sitið í býráðnum í Eysturkommunu, síðan Gøtu kommuna og Leirvíkar kommuna løgdu saman hin 1. januar í 2009. 

Hon sat eisini meginpartin av 2008 í bygdaráðnum í gomlu Gøtu kommunu, tá hon tók sæti fyri Poulu Gregersen, sum fór í farloyvi.

- Eg havi verið við í kommunalpolitikki út í eitt, síðan eg varð vald fyrstu ferð á heysti í 2008 og tók við hin 1. januar í 2009. 

Hanna Jensen sigur, at henni dámar sera væl kommunalpolitiska arbeiðið.

Hon heldur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvussu tað verður við uppstilling til kommunuvalið í Eysturkommunu hesaferð. 

Sjálv varð hon vald á fólkaflokslistanum tey fyrru valini.

- Framsókn varð stovnað í 2011, og síðan kommunuvalið í 2012 havi eg verið vald á lista hjá Framsókn – undantikið á seinasta kommunuvali, tá eg varð vald á øðrum borgaralistanum. 

Hanna Jensen vísir á, at á seinasta kommunuvali vóru tveir borgaralistar, og síðan var tað Javnaðarflokkurin, ið stillaði upp sum flokkur og fekk eitt umboð í býráðið.

 

Tað er Marita Klein Joensen, sum er vald á javnaðarlistanum.

Hon vísir á, at henni hevði dámt betur, at uppstillingin til kommunuvalið var politiskt, men í løtuni er óvist, hvussu verður í Eysturkommunu hesaferð. 

- Tað er ein veruleiki, at tað er trupult at fáa fólk at stilla upp politiskt til kommunuval, og tað flokspolitiska er líka sum við at vera slept.  

Í Gøtu hava tey hallið til politiska uppstilling, men í Leirvík eru tey ikki von við, at stilla verður upp politiskt til kommunuval.  

- Tað er tí trupult í løtuni at siga, hvussu verður hesaferð.

Men, uttan mun til, um talan verður um politiska uppstilling ella ei, fer hetta ikki at halda Honnu Jensen aftur í at bjóða seg fram. 

Hon trívist sera væl í tí kommunalpolitiska, og tað verður tíski ikki uppstillingin, sum fer at halda henni aftur.

Á seinasta kommunuvali vóru tveir borgaralistar í Eysturkommunu, harav annar fekk seks umboð, og hin fekk tvey. Haraftrat fekk Javnaðarflokkurin, ið var hin einasti, sum stillaði upp politiskt, eitt umboð.

Hanna Jensen vísir á, at okkurt árið stillaðu fimm listar upp; seinast vóru tríggir, og hesaferð kann alt henda – eisini, at talan bara verður um hin eina listan í Eysturkommunu.

- Eg eri rættiliga bitin av kommunalpolitikki, og eg trívist ómetaliga væl í hesum, og tí ætli eg mær at bjóða meg fram aftur á kommunuvalinum í november, sigur hon.