Jens Joensen er kendur sum ein harður spælari, sum ikki er bangin fyri at tveita seg í eina takling, tá onnur helst høvdu hoppað uppum.
Á veg í sjúkrabilin var Jens Joensen tó ikki í iva um, at hann var brotnaður á fyrsta sinni.
- Eg var hundrað prosent sikkur upp á, at eg hevði brotið fótin, greiðir Jens Joensen frá.
Tað var í fyrra hálvleiki av longdu leiktíðini, at Jens tveitti seg fyri eitt skot hjá Arnbirni Hansen. Ólukkutíð fyri Jens, so lendi hann skeivt og beklaði. Omaná tað heila, so lendi Arnbjørn eisini á fótinum.
- Eg havi verið út fyri nógvum í mínum lívi, men eg brotni ongantíð, sigur Jens Joensen, sum síðani bankar undir borðið fyri góða eydnu.
Í fjør var Jens út fyri líknandi skaða, tó í arbeiðissamanhangi. Tá gekk tvær til tríggjar vikur, so var Jens aftur á vøllinum.
- Eg vóni, at tað verður í mesta lagi ein mánaði til eg spæli aftur, men tað er sjálvandi ringt at meta um, sigur Jens Joensen at enda.
EB/Streymur vann dystin 4-3, eftir at NSÍ var á odda heili 3-0 í seinna hálvleiki.