Eg eiti Bjørt, eg eri 44 ára gomul, og eg eri Kyotoari

Tíðargrein:

Sum allar fanatiskar kultrørslur hevur hann sín djevul, Amerika, og síni rituali, endurnýtsla av plastposum.

 

Bjørt Samuelsen og hinir umhvørvisfrikarnir í Poznan fata bara ikki, at Kyoto hevur verið eins og hasin neyðars pappageykurin hjá Monty Python, langtsíðani deyður, hvussu nógv hasi sølufólkini handan frumskjalið so muta ímóti

 

 

Hissini sambandið millum útlátið av CO2 og alheimsliga upphiting er ein hypotesa. Men tað er nú so, eins og Karl Popper vísti á, at vit koma til vísindaligan sannleika við hypotesum, ið verða vrakaðar, tá ið mótprógvaðar.

Og tá ið tað kemur til hasa karbon-brennandi veðurlagsbroytingina, er hon nettupp ikki mótprógvað, men tykist hinvegin at hava eitt hampa sannleiksgildi. Tú nýtist nevniliga ikki at vera ein træklemmandi, tofuetandi, amnesty-elskandi Ameriku-hatari at viðurkenna vágan: at ein ógvuligur vøkstur í CO2-útlátinum kann elva til atmosferiskt órógv!

 

Frágreiðingin hjá Sir Nicholas Stern, The Economics of Climate Change: The Stern Review (Cambridge University Press, 2007) letst ikki vera eitt táravátt maskinskrivað handrit. Kaldliga greiðir hesin fyrrverandi búskaparleiðari Heimsbankans frá, hvat ein upphiting av planetini kanska fer at merkja umframt at koma við skilagóðum ráðum.

Í mun til Boga Hansen og hansara mest nýliga tilbiðjara, Bjørt Samuelsen, heldur Nicholas Stern ikki, at mannaættin burdi búð í brúnum barakkum og dúvað uppá heimadyrkaðar røtur og ber. Tað er ikki so mikið frægt, at hann heldur, at vit burdu avnoktað bilin, supermarknaðir ella flogferðslu. Nei, einasta hann ger, er at koma við nøkrum kaldgløggum tillagingum, hvørs ætlan er at viga sundur samlaða próvtilfarið.

 

Sjálvt um tú ikki heldur, at “mannaelvd dálking” kann siga seg seka at vera oman fyri rímiligan iva, tá eru hóast alt góðar grundir til at halda við Sir Nicholas. Hugsa tær, um hann fer skeivur. Í ringasta føri hevði talan verið um óneyðugar og skundaðar útreiðslur til tess at finna ein substitutt fyri steinrunnið brennievni. Hinvegin høvdu verið ágóðar, tí ikki bert er brennievnið at finna í geopolitiskt tvørligum økjum, men fer tað eisini ein dagin at ganga undan.

Utilitaristar sum eg eru sannførdir um, at so leingi sum ikki alt ov nógvir pengar verða halgaðir royndini at menna orkukeldur, ið ikki dálka lofthavið, eru ráðini ikki so oyðslut. Tað vil siga, at bert av tí at tey pillbýttastu og mest klumsutu fólkini á klótuni so sjálvklistrandi boða frá, at vit standa fyri eini deyðiligari hóttan ímóti jarðarknøttinum, merkir hetta ikki, at vit skula gera sum vit plaga: at annaðhvørt láta sum einki ella halda tey fullkomiliga fyri gjøldur!

 

Tað sum hendi á Bali, til dømis, var framstig, av tí at eingi tøl komu upp á tal fyri hvussu nógv CO2-útlátið skuldi minka. Men um ein umhvørvissemja endiliga skal koma í lag, tá má hon í fyrsta umfari umfata Amerika, India og Kina, og í øðrum má hatta kensluliga og ógrundaða, ja, infantila kjakið um hvussu vit skula forbrúka minni og aðramáta venda kapitalismuni bakið, gerast væl meiri modernað og radikalt.

Nyttuleysa Kyoto-frumskjalið var nettupp eitt úrslit av einum vinstrivongi, hvørs áskoðanir ikki longur eru grundaðar á skynsemi. Fyri tveyhundrað árum síðani, fram til upplýsingartíðina og nakað fram, trúði vinstrivongurin annars upp á ensyklopediir, upp á óvikandi sannroyndir og sannleika og víðopið kjak; og tað, at tamarhald á hesum grundreglum førir til eitt betri samfelag. Men síðani tá er vinstrivongurin fallin fyri romantikkinum og soleiðis endaður sum ein kenslugrundaður og forkelaður lortendi. Hann heldur, at vit kunna gera alt samtíðis: bjarga Afrika, planetini og vesturlendska vælferðarsamfelagnum alt í einum; hann er vorðin dreymlyndur og veikur ikki førur fyri at raðfesta!

 

Feskasta dømið um hetta, hvussu vinstrivongurin er muteraður til ein holistiskan orðagjóstur burturav, eru hasir fariseisku leygardagsmótmælandi íslendingarnir. Einstaklingar, sum síðani 70’ini og eftir at hava ognað sær ein feitan kassakreditt og eitt altjóða VISA-kort, men aðramáta ligið í dvala og bíðað eftir sínum kjansi aftur at gera vart við agggomlu, kiksaðu og ønskriligu sosialismuna, nú so avbera tærnakreppandi, skammiliga og desperat royna at blaka skuldina fyri fullvegis fíggjarligum óbúgvinskapi á øll verðsins bankafólk, á danskaran Bjørn Lomborg, ísraelsk luftálop, amerikanskar veðurlagsbroytingar og Andrass Dunnu.

Ja, á alt og øll, enntá—og er hetta bara for gott!—bretsku anti-terror lóggávuna. Bara ikki seg sjálvi.

 

Hugsveimandi Kyoto-frumskjalið var tó fyrst og fremst eitt úrslit av 90’ara umhvørvisvernd, og var tað um hesu tíð, at evropeiskar og amerikanskar anti-kjarnorkurørslur vóru í hæddini. Síðani tá hava rørslurnar mist ávirkan á vesturlendskar landsleiðslur, í høvuðsdráttum av tí at leiðslurnar hava verið noyddar at endurhugsa avleiðingarnar av at minka um CO2-útlátið og tey veruligu alternativini til steinrunnið brennievni.

Tá í tíðini var ein amerikansk kjarnorkuverkætlan ógjørlig, og úrslitið gjørdist eitt worst-case scenario. Tí sjálvt um havstreymselskandi Nato-hatarir ikki megnaðu at sannføra vesturlendingar at brúka minni orku, megnaðu teir at kvetta nýggjar orkukeldur, tað veri seg kjarnorkuverk ella frálandaoljuboring.

Tað er skeivt at harta Amerika og fyrrverandi forsetan, George W. Bush, fyri ikki at undirskriva Kyoto. Onkur eigur kanska at minna handa jettflúgvandi og gýriga umhvørvisfrikin Al Gore á, at sannlíkindini fyri, at Amerika nakrantíð fór at taka undir við hesum óuppfinnsana máta at takkla ein komandi orkutrupulleika uppá, vóru á leið eins stór sum at Høgni Hoydal fær eitt føðingardagskort frá Virgar T. Dalsgaard.

Um nakar ivast í hesum, eiga tey at minnast til, at meðan Bill Clinton var forseti og Al Gore varaforseti, havnaði senatið Kyoto við 95 atkvøðum ímóti null. Hetta hendi, av tí at amerikanskir lóggevarir vistu, at avmarkingarnar í Kyoto vóru fullvegis ósambæriligar við búskaparligan vøkstur.

 

Í Poznan, har Bjørt Samuelsen vegna løgtingið umboðaði seg sjálva, megnaði ES at hevda, at Kyoto hevur verið ein “succes”—samtíðis sum tað hevur økt um CO2-útlátið við 13 prosentum, tá ið samveldið faktiskt hevði lovað sær sjálvum at minka tað við 2 prosentum áðrenn 2012.

Tað sagt, tá ið tess átrúnaðarligi leiðari, Al Gore, í besta umhvørvis-analfabetiska stíli klárar at billa sínum fylgisneytum inn, at heimshøvini fara at hækka við 6 metrum, meðan IPCC greiðir frá, at hækkingin verður knappar 39 sentimetrar—faktiskt tað sama, sum heimshøvini hækkaðu alla seinastu øld—er niveauið líkasum sett. Men hey, hvat eru stívir 5 og ein hálvur metur millum vinir!

Tíðin er nú komin, har Bjørt Samuelsen og hini í Poznan skilja, at Kyoto hevur verið eins og hasin pappageykurin hjá Monty Python, langtsíðani deyður.

 

Um veðurlagsráðsstevnan í Keypmannahavn skal geva nakra meining, má ein heilt onnur skrá leggjast fyri dagin. Ístaðin fyri at beina hugin inn á handa yvirroksuta politikkin, ið meddar ímóti at minka um útlátið av CO2, burdu Bjørt Samuelsen og hennara sjálvgóðu Kyotoarir heldur brúkt tíð uppá at tosa um hvussu tú kanst massaframleiða reina orku.

Fyri at verðin kann gerast ein betri staður at búgva í, og serliga hjá afrikanarum, er búskaparvøkstur neyðugur. Og vøkstur er treytaður av orku. Ókey, kanska tað eydnast at brúka kensluborna kúging at yvirtala vesturlendskar stjórnir at minka um búskaparvøksturin, men ikki í India og Kina. Og tað fer tað eiheldur í Amerika—líkamikið hvat Gore og vingulskølturin Obama siga.

Størri orkubrúk er altso av avgerandi týdningi, ikki bert fyri at modernisera heimin, men eisini demokratisera hann. Og har eru bert tveir veruligir hættir at røkka hesum máli: steinrunnið brennievni og kjarnorka.

Ein og hvør, sum er góður við umhvørvið, eigur at agitera til frama fyri ein merkisverdan vøkstur innan eina heimsumfatandi kjarnorkuverkætlan. Og aftur kollsiglir skilvísið hjá umhvørvisfanatikarunum. Øðrumegin prædika teir um armageddon um 100 ár um ikki vit minka um útlátið av CO2. Hinumegin sýta hesir somu umhvørvismissjonerar fyri at gera sær dælt av tí einasta veruliga alternativinum til olju.

Hetta merkir sjálvandi, at hesir umhvørvismissjonerandi sosialistar heldur vilja armageddon enn kjarnorku, sjálvt um finnlendingar byggja kjarnorkuverk, ið fullkomiliga útihýsa møguleikan fyri eini niðursmelting a la Tjernobil.

 

Men vit kunna vera rættiliga vís í, at hetta ikki fer at henda fyribils; og vit kunna lasta sosialistum og umhvørvisverndarfólki fyri hetta. Slíkir ørvitisfiskar fáast ikki við partleysa vísind. Teirra umhvørvisvernd er ein átrúnaður, og sum allar fanatiskar kultrørslur er hann fíggindaligur ímóti vísindi og skynsemi. Hann hevur sín djevul, Amerika. Hann hevur síni rituali, endurnýtsla av plastposum. Hann hevur sína egnu bíbliu, “Skjótt syftir seiðir og tunga takið”. Hann kemur við óendaligum undanførslum fyri sjálvpískarí... sosum at hava plastposar í fyrsta lagi.

Flagellantarnir, eyðkendir fyri bert at geva einum granskingarøki gætur, hava so sanniliga eisini síni egnu tempul, vindmyllur (sum tørva studning fyri eitt óvisst output). Ikki tí, sum so sakar ein vindmylla her, ein onnur har, ongan. Men um nakar heldur, at hesar kunna vera ein orkusubstituttur fyri olju ella atomorku, hevur viðkomandi annaðhvørt ikki hóming av samlaða orkutørvinum ella skítur á avleiðingarnar av orkutroti.

 

Flóðaldan av fólki, ið fyrilitarleyst styðjar grøna militsvongin í hansara merkverdigu roynd at vilja revsa modernaða heimin fyri sína yvirhøvur moralsku tráan eftir vælferð, er vaksandi.

Harumframt hava flagellantarnir tikið endaliga avgerð um, at tann, sum dittar sær at sáa iva um Kyoto, skal sláast á stert. Tónin er dogmatiskur: ert tú av aðrari meining enn hin beturvitandi meirilutin um hvussu veðurlagið hevur tað, ert tú anti-umhvørvi og anti-vísindi.

Og tá ið Kyoto-skeptikarir heilt vamlisliga verða skírdir “sýtarir”—sum er ein beinleiðis referansa til hasi, ið enn sýta fyri hópmorðinum av jødum undir 2. veraldarbardaga—markar tað faktiskt til tað militanta.

Okkurt kundi bent á, at blómuhentandi vinstrivongurin hevur gloymt aldargamla slagorðið hjá The Royal Society, Nullius in Verba, sum merkir “Eingin eigur síðsta orðið”, tí hetta handlar ikki um vísindi, men átrúnað, og at halda fast við, at vit eru jarðarinnar umsjónarfólk; at tað, at spilla jørðina við ruski sum úrslit av okkara marglætislevnaði, er at synda, og at vegurin til frelsu er at liva so fátæksligt og einfalt sum yvirhøvur til ber. Og læran í umhvørvisvernd, ja, hon verður undirvíst í barnagørðum, fólkaskúlum, miðnámsskúlum og fróðskaparsetrum kring knøttin.

 

“Kyoto” er vorðið eitt slagorð ímóti kapitalismuni og, í grundini, ein feitur máti at koma saman uppá eftirsum at múrurin er fallin... og soleiðis hevur umhvørvisvernd avloyst sosialismuna sum tann førandi verðsligi átrúnaðurin—og etikkurin í honum er grundliggjandi greiður: veðurfrøðingar, lívfrøðingar og aðrir vanlukkuprofetar eru við buddamunkum, kristnum aktivistum og tingfólki á einum máli um, at eirindaleys týning av náttúruøki er óndskapur, meðan nærløgd friðing av fuglum og firvaldum er gott.

Nei, umhvørviskjakið má frelsast frá flagellantunum, og eg ivist faktiskt onga løtu í, at skynsemi fer at sigra—hvat tað eisini plagar at gera. Men hetta krevur, at Bjørt og handa kenslupolitiska klikan antin halda seg burtur frá veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn ella avnokta hatta ótolandi sólbrúna afturhaldstræið av einum jettflúgvandi umhvørvisgudi, Al Gore at navni.

Óansæð, tí presiss sum við Monty Pythonsa stíva Norwegian Blue, ger tað ikki mun, hvussu sannførandi sølumaðurin so er, av tí at til sjúund og síðst kennir almenningurin ein deyðan pappageyk aftur, tá ið hann sær ein.