Martin Næs
Tað árið tá ið Leo Tolstoj varð føddur í Russlandi ? í 1828 ? , tóku menn í Føroyum, saman við øðrum góðum fólki, á seg at skipa fyri bókasavnsvirksemi her í býnum. ? Tá búðu uml. 6.200 fólk í øllum Føroyum, og tá vóru ikki meira enn einar 2 bøkur skrivaðar og útgivnar á okkara egna máli.
5. november 1910 ? á 82 ára stovningardegnum hjá hesum stovni, tit í dag hava leitað tykkum inn í ? tá doyði Leo Tolstoj. Um hetta mundið búleikaðust uml. 15-20.000 fólk í Føroyum, og bøkurnar sum tá vóru komnar upp á prent á føroyskum hava verið uml. 60 tilsamans. Eitt nú høvdu vit í 1908 fingið eina føroyska mállæru útgivna, og tann fyrsta føroyska skaldsøgan hevði eisini sæð dagsins ljós í 1909. So sigast kann, at lunnarnir vórðu lagdir.
Bókatal
Í einum yvirliti yvir føroyska bókaútgávu sum landsbókasavnið hevur latið gjørt, og sum seinast er almannakunngjørt í seinastu ársfrágreiðing okkara sæst, hvussu føroysk bókaútgáva veksur upp gjøgnu m alla øldina. Niðanfyri sæst, hvussu nógvar bøkur á føroyskum eru útgivnar nevndu tíðarskeið:
1822-1899 22
1900-1939 197
1940-1949 124
1950-1959 173
1960-1969 274
1970-1979 686
1980-1989 1.074
1990-1999 1.332
Bera vit tey fyrstu 40 árini av øldini saman við tey síðstu 10, so síggja vit, at gróður hevur verið í bókaútgávuni, tí í tíðarskeiðnum 1900 til 1939 vórðu útgivnar 197 bøkur í alt, meðan tíðarskeiðið 1990-1999 vóru í meðal útgivnar 133 bøkur um árið.
Nú á døgum verður ofta sagt, og tað av røttum, at føroyingar geva bara bøkur út til jóla. Ein kanning vit hava gjørt vísir, at rætt er, at nógv tær flestu føroysku bøkurnar verða útgivnar seinasta ársfjórðingin í árinum. Í 1991 vóru t.d. umleið 2/3 av øllum bókaútgávum útgivnar í november-desember. Hetta broytist eitt sindur frá ári til ár, men er ivaleyst ein røtt mynd av útgávunum.
Fyri at vísa á at bøkur eisini verða útgivnar aðrar tíðir í árinum, hava vit talt upp, hvussu útgávurnar higartil í ár, ár 2000, hava lagað seg, og myndin sær soleiðis út:
17 Fagurbókmentir
21 Yrkisbókmentir
16 Barna- og ungdómsbøkur
16 Skúla- og lærubøkur
Í alt higartil í ár eru sostatt 70 bøkur útkomnar, men sum kunnugt, árið er ikki av enn. So tað er okkurt, sum týðir uppá, at vit lættliga fara at koma upp á tær 118 bøkurnar, sum íresta, so at samlaða føroyska bókatalið rundar tey 4000, áðrenn ár 2000 er farið í søguna.
Hesar 70 bøkurnar eru altso útgivnar í tíðarskeiðnum januar-september í ár, tvs. áðrenn tann sokallaði jólabókamarknaðurin hevur fingið fótin fyri seg. Eitt, sum eg haldi vera áhugavert við hesum útgávunum er, hyggja vit at fagurbókmentunum, so sæst, at hesar ? longu í ár - eru 17 í tali. Prosabøkurnar eru 9, allar týðingar og allar eru tær útgivnar á einum og sama forlagi ? Sprotanum. Yrkingasøvnini eru 8 í tali, til samanburðar við prosaverkini kann sigast um tey, at tey eru øll upprunaverk, og haraftrat øll útgivin á hvør sínum forlagi.
Um tær 16 barnabøkurnar er at siga, at hesar eru allar týddar, og Føroya Lærarafelag hevur givið tær allar út. ? Skulu vit útnevna ein serligan bólk av bókum, sum tykist verða goymdur til at koma undir jólatræið, so má tað verða føroyskar uppruna prosabøkur ? bæði til børn og vaksin. Tí higartil í ár telur bólkurin 25 bøkur ? og tær eru allar týðingar!
Um skúla- og lærubøkurnar er tað at siga, at tað sæst týðiliga at Føroya Skúlabókagrunnur, sum stendur fyri teimum allarflestu útgávunum av hesum slagnum, ikki hevur "seson" á jólum, men at tey á grunninum miða eftir at fáa bøkurnar út til skúlaársbyrjan, tvs. um summarið og fram á heystið. Annars haldi eg, at Skúlabókagrunnurin hevur higartil í ár staðið fyri trimum avbera vøkrum og væl úr hondum greiddum verkum: bókini um føroysku FLORUNA, bókini um HAVIÐ og úrvalssavninum STJØRNUSKALDIÐ UNDIR VARÐA. Tríggjar bøkur, ið á ongan hátt standa aftanfyri líknandi bøkur útgivnar í øðrum londum.
Men 70 bøkur higartil í ár ? er tað ikki ein broyting?
Jú, tað meta vit. Kanska er tað tí, at hetta er eitt serligt ár. Fólk eru ikki á einum máli um, um hetta er byrjanin ella endin. Um man er fyrstur ella síðstur. Eg hugsi um øldina. - Árið byrjaði í hvussu er við stórum bókmentafagnaði í sambandi við at 100 ár vóru liðin, síðan William Heinesen varð borin í heim. Í hesum sambandi vóru fleiri bøkur givnar út í januar mánaði, nógv fleiri enn tað vanliga plagar, og kanska av somu orsøk vóru færri givnar út í desember í fjør?! tað er ilt at vita. Í hesum sambandi er vert at leggja sær í geyma, at í ársins síðsta mánaði verður aftur bókmentafagnaður í sambandi við at 100 ár tá eru liðin síðan teir báðir Chr. Matras og Jørgen Frantz Jacobsen vórðu bornir í heim. Og uttan iva koma eisini bøkur út í tí sambandi.
Eg hugsi, at tað, at Barnabókaklubbin hjá Lærarafelagnum, Bókaklubbin hjá Sprotanum og virksemið hjá Føroya Skúlabókagrunni arbeiða meira og meira undir skipaðum viðurskiftum, ger at føroysk bókaútgáva verður meira og meira spjødd um alt árið, og eg haldi, at hetta er ikki bara gott fyri pengapungin hjá tí einstaka keyparanum, men hetta er eisini gott fyri bókina sjálva, tí á henda hátt hava fleiri bøkur møguleikan at daga undan í rúgvuni.
Mangan verður spurt, hvussu landsbókasavnið ger upp føroyska bókaútgávu. Til hetta er stutt at siga, at vit hava fýra høvuðskeldur, at halda okkum til:
1. løgtingslógina frá 1952 um landsbókasavnið, sum m.a. sigur, at landsbókasavnið skal skráseta alt prentað føroyskt tilfar, tilfar um Føroyar og tilfar, sum er skrivað av føroyingum
2. løgtingskunngerð frá 1952 um av-hendingarskyldu av prentaðum tilfari aftrat hesum greinum í løgfrøðini, hava vit eisini onnur ?hjálpitól? at halda okkum til, eitt nú:
3. hald frá bókahandli upp á alt føroyskt tilfar, tilfar um Føroyar ella tilfar, sum er skrivað av føroyingum. Hetta er tilfar, sum verður keypt.
4. gávur frá forløgum og høvundum. Tað er ikki so lítið, sum landsbókasavnið, millum ár og dag fær sum gávu frá einstaklingum, forløgum og feløgum. Talan er bæði um spildurnýtt tilfar, og um eldri tilfar. Hetta eru vit sjálvandi ómetaliga takksom fyri. Hetta ger ikki bara stovnin til eitt betri bókasavn, men alt hetta ger eisini, at vit eru enn betri før fyri at koma við so røttum hagtølum sum gjørligt um føroyska bókaútgávu.
Samanlagt er tað við hesum amboðum, at vit royna at halda stýr á uppteljingini.Sjálvandi kann tað koma fyri, at talt verður skeivt, og orsøkin til hetta kann skyldast fleiri orsøkum. Undirstrikast skal her, at tá ið sagt verður "bøkur á føroyskum", so verður sipað til bøkur, skrivaðar og útgivnar á føroyskum ? og einki annað. Einum røttum bókasavni líkt, so verður sjálvandi alt annað eisini talt upp, men tað fer í aðrar bólkar. Her kann eg nevna: árbøkur, tíðarrit, og bøkur á øðrum málum um føroysk viðurskifti osfr. Hetta verður alt sjálvandi talt upp, men ikki í bólkinum "bøkur á føroyskum".
Bókasøvn
Í yvirskiriftini stendur, at eg skal eisini tosa um bókasøvn. Onkur heldur kanska, at tað átti at verið óneyðugt, tí Martin fær ikki latið munnin upp uttan eisini at tosa um bókasøvn. Eg skal tí ikki troytta tykkum so nógv við hesum beint nú, men havi hug at vísa á eitt álit, sum ein arbeiðsbólkur undir Undirvísingar- og Mentamálastýrinum hevur latið stýrinum fyri trimum vikum síðan. Álitið eitur "Bókasavnsviðurskiftini á vinnu- og miðnámsskúlunum". Hetta er ein gjøgnumgongd av støðuni á bókasavnsøkinum á okkara vinnu- og miðnámsskúlum. Í veruleikanum kemur álitið inn á allan bókasavnspolitikkin í landinum. Um bókasavnstænastuna verður m.a. sagt:
"Í dag er bókasavnstænasta so nógv meira enn bara bøkur. Og skúlabókasavnstænasta ikki um at tala. Her koma serliga inn í myndina nýggir undirvísingarhættir við nýggjum undirvísingaramboðum. Hetta hevur við sær, at heilt onnur krøv verða sett, ikki bara til tað innihaldsliga í einum skúlabókasavni, men eisini til teir fysisku karmarnar í einum nútímans bóka-savni, enn gjørt varð bara fyri nøkrum heilt fáum árum síðan.
Tá ið tosað verður um tíðarhóskandi bókasøvn í dag, verður ikki bara hugsað um atgeingi til bøkur og møguleikan at læna tær. Elektronisku leitimøguleikarnir gera, at tú sum lánari hevur nógv lættari og betri atgongd til skrásett tilfar sum t.d. tíðarrit, fløgur, filmar og tónleik. Harumframt er internetatgongd ein natúrligur partur av innihaldinum á bókasøvnunum. V.ø.o. skal eisini hugsast um teir fysisku karmarnar, tí nú eru ikki bara hillar, borð og stólar at hugsa um. Hugsast má eisini um at útvega lánarunum/brúkarunum aðrar arbeiðsumstøður enn tær vanligu, so at teir fáa veruligt gagn av teimum tilboðum, bókasøvnini kunnu veita.
Tíðin er vissuliga runnin frá tí hugburði, at bókasavnið kann liggja uppi í einum avlopsrúmi úti undir vaðingini, niðri í kjallaranum ímillum kustar og spannir, ella saman við serundirvísingini inni í teirri gomlu skúlastovuni."
Og brotið um bókasavnstænastuna endar soleiðis:
"Nú føroyska samfelagið, sum tað er at fegnast um, hevur sett sær fyri at veita vinnu- og miðnámsskúlunum eina líkinda bókasavnstænastu, mugu vit staðfesta, at vit mugu taka annað skinn um bak, skulu vit nøkta tann bók-asavnstørv, hesar útbúgvingar krevja." (s.7)
Tað er at vóna, at tá ið Undirvísingar- og mentamálastýrið hevur lisið hetta álitið, tá fer hetta at merkjast upp ígjøgnum alt systemið, eg sigi við vilja upp ígjøgnum alt systemið, - tí teir 14 vinnu- og miðnámsskúlarnir í landinum standa so púra á berum, tá ið tað snýr seg um tíðarhóskandi bókasavnstænastu.
Um støðuna í dag, og kanska serliga um framtíðina á bókasavnsøkinum, kann eg siga, at vaksandi áhugin hjá almenninginum fyri bókasavnsvirkseminum, tær spakuliga hækkandi játtaninar á løgtingsfíggjarlógini og tað, at fleiri og fleiri ung hesi seinastu árini hava sett sær fyri at fáa sær útbúgving innan hetta yrkið, sigur mær, at samanlagt hava vit okkurt gott í væntu.
Til teirra, ið vilja vita meira um, hvat farið er fram á bókasavnsøkinum í Føroyum síðan hitt tiltikna árið, tá ið Leo Tolstoj varð borin í heim í Russlandi, kann eg bara leggja aftrat: hyggið inn á heimasíðurnar hjá Landsbókasavninum www.flb.fo og hjá Býarbókasavninum www.byarbok.fo ? tær eru seinast dagførdar fyri fáum døgum síðan. Gerið so væl!
eg elski bøkur
sum málningar og litir orðini tey koma
móðirleysar stavir í fostur eg tók
bókin er gandur sum tíðina fjalir
hugflog títt mennist við at kaga í bók
bókin er og verður tín vinur
bókin er sum leskandi løkur
so satt sum tað er sagt
jú, eg teski tað, eg teski
at eg elski bøkur
vist var lívið fátækt, var her eingin pennur
okkum orð og bøkur ella kvæði gav
jú, vist var lívið syrgiligt var her bara sjónvarp
sigling um andans víða úthav
bókin er og verður tín vinur
bókin er sum leskandi løkur
so satt sum tað er sagt
jú, eg teski tað, eg teski
at eg elski bøkur
Av fløguni:
Bubbi "allar áttir"
Skífan 1996
Martin Næs týddi
23/9-2000
Martin Næs f. 1953 er útbúgvin bókavørður á Danmarks Biblioteksskole 1978. Eftir at hava verið bókavørður 1978-81 á Lands- og Býarbókasavninum, gjørdist han 1. bókavørður á Landsbókasavninum. Í 1983 fór til Íslands, har hann í tvey ár var bókavørður í Akureyri. Í 1985 varð hann settur landsbókavørður í Føroyum, har hann hevur starvast í føstum starvi síðani 1989. Martin Næs hevur givið út 3 yrkingasvn, hitt fyrsta í 1972, hevur givið út 4 barnabøkur og eina skaldsøgu "Tvey" í 1990. Í 1995 gav hann út greinasavnið "Hvør eigur flaggknappin?". Martin Næs hevur týtt hópin av bókum og fekk í 1981 Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs og í 1995 Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir. Martin Næs hevur verið formaður í Rithøvundafelag Føroya og í Orðabókagrunni Fróðskaparfelags Føroya og stýrislimur fyri Norðurlandahúsið í Føroyum.