Hví valdi tú at gerast portørur?
Arbeiddi við maskinum og teldum í 14 ár. Tímdi tað slettis ikki. Hevði altíð ein dreym um at kunna hjálpa fólkum, sum vóru í neyð ella sjúk. Møguleikan fekk eg í 1998 og tók av. Havi ikki angra tað eitt einasta sekund
Hvørja hending minnist tú best?
Tá mín elskaða dóttur kom til verðina 1. desember 2003 kl. 14.48. Tað var meir enn fantastiskt. Eisini tá vit (HB) blivu FM-vinnarar í 2006, og m.a., tá eg møtti ongum øðrum enn Garth Brooks
Hevur tú altíð havt áhuga fyri countrytónleiki?
Ja, tað kann eg róliga siga. Tann fyrsta plátan, sum eg yvirhøvur kann minnast, er ein dupultpláta, sum pápi mín eigur, sum eitur "Stars Of The Grand Ole Opry". Eisini hevði hann plátur við eitt nú Johnny Cash og Charley Pride, sum eg altíð plagdi at lurtað eftir.
Nær skipaði tú fyrstu ferð fyri einum tónleikatiltaki?
Tað var í 2007, tá eg kontaktaði ongar aðrar enn "the Bellamy Brothers". Tá byrjaði alt
Hvat ger tú í frítíðini?
Koyri dóttrina í skúla. Fari síðani runt ymsa staðir í Havnini, at fáa mær ein kaffimunn og práta um mangt og hvat. Eisini gera frúan, genturnar og eg deiligan mat og hugna okkum sera nógv. Royni at verða ein góður (vónandi skjótt) maður og pápi, sjálvt um tíðin, tíverri rennur alt og skjótt undan.
Hvussu heldur tú teg í form?
Í míni arbeiðsviku venji eg rættiliga nógv og eti sunt. Men í míni fríviku eti og hugni eg mær fyri allar pengarnar :) Men tað gongur fínt uppá tann mátan
Er tú til føroysku náttúruna ella suðurlendsku strendurnar?
Skomm at siga frá. Men hvørki. Hevði so inniliga vilja verið raskari at vitja ta føroysku náttúruna. Men fái ikki tikið meg saman. Kann ikki torga at verða á strondini sunnanfyri. Vil nógv heldur verða við ein svimjihyl á hotellinum og hugna mær
Hvat er tað besta tú fær at eta?
Seyðarhøvd, ræstan fisk, ræst kjøt, skerpikjøt og pizza. Og forba...að nógv annað
Hvat er besti filmur tú hevur sæð?
Nógvir eru at velja ímillum. Men "Tender Mercies" við Robert Duvall, er ein genialur filmur. Cowboyfilmar, "Titanic" og ikki minst "Olsen-Banden" filmarnir
Hvør árstíðin er hin besta?
Allar. Eg ELSKI at liva. So hvør einasti dagur og hvør einasta árstíð er heilt fantastisk. Havi aldrin havt trupulleikar við myrkum ella ljósum tíðum. Bara at fáa møguleikan at uppliva árstíðirnar, er heilt fantastiskt
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Frúan sigur øllum. Møguliga hevur hon rætt. Men tíðindum, ítrótti, dokumentarsendingum og nógvum øðrum, tað má eg bara viðurkenna.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Tað eru fleiri. "Føroyskur fótbóltur 2011", "Manchester United - Historien om The Red Devils", "Mesterværket, om Europa Cup og Champions League", "Føroyingar í Kríggi", "Skakandi Tilburðir" og "Ambulancefag 2". Og onkrar bøkur um Johnny Cash.
Hvat ger tú um 10 ár?
Um Guð vil, so koyri enn sjúkrabil, hjálpi sjúkum og veikum. Og eri ein góður maður og pápi. Og fái skítfult av góðum countrynøvnum her til okkara elskaða Føroya land.