- Eg eri ógvuliga ørkymlaður

- Tað er serliga í Diskovíkini, at veiðan eftir svartkalva hevur svikið higartil í ár, sigur formaðurin í KNAPK, Henrik Sandgreen.

- Eg eri ógvuliga ørkymlaður yvir støðuna, sum vit í løtuni síggja í Norðurgrønlandi við stórari minking í svartkalvaveiðini.

 

Tað sigur formaðurin fyri KNAPK í Grønlandi, Henrik Sandgreen, við grønlendska blaðið, Sermitsiaq. KNAPK er fiski-og veiðimannafelagsskapurin í Grønlandi.

 

Hann vísir á, at fyrsta hálvár í ár hava fiskimenn í Diskovíkini, Ummannaq og Upernavik, fiskað tilsamans 8.448 tons av svartkalva. Somu tíð í fjør var veiðan 13.345 tons.

 

- Okkum vantar soleiðis 5.000 tons av svartkalva í mun til somu tíð í 2016, staðfestir ein ørkymlaður formaður í KNAPK, Henrik Sandgreen.

 

Tað er serliga í Diskovíkini, at veiðan eftir svartkalva hevur svikið. Í mai í ár vórðu veidd 391 tons í mun til 1.446 tons sama mánað í fjør - og í juni í ár vórðu veidd 632 tons móti 1.616 tonsum sama mánað í fjør.