- Eg eri ógvuliga vónsvikin

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, sigur, at hann gjørdist ógvuliga skakkur og vónsvikin í tinginum hendan dagin, tá ið atkvøtt varð um broytingar í grein 266b. – Eg havi gjørt tað, eg havi kunnað fyri at ávirka málið, so tað ikki bleiv samtykt, men tað eydnaðist tíverri ikki. Hetta er ikki gott, og samtyktin harmar meg ógvuliga nógv, sigur hann

Eftir 266b

Eftir endaligu samtyktina í løgtinginum í síðstu viku, har kynslig orientering er skoytt upp í grein 266b í revsilógini, er Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður Fólkafloksins, ein sera vónsvikin maður.
Í fyrsta lagi er hann vónsvikin av sínum egna partamanni, Poul Michelsen, sum tók undir við uppískoytinum. Men hann er eisini vónsvikin av teimum løgtingslimum, sum hava broytt støðu – og nú tóku undir við uppískoytinum. At enda er hann vónsvikin av Føroya løgtingi, sum nú hevur latið "kavabóltin" farið á rull í hesum máli.

Tað næsta...
- Eg stúri fyri, at hetta bert verður byrjanin til meira, men eg vóni samstundis, at vit steðga her. Eg vóni sanniliga ikki, at Føroya løgting fer longur, og eg fari at gera alt, sum liggur í mínari makt fyri, at so ikki verður.
Hann vísir til gongdina í londunum rundan um okkum og sigur, at avgerðin hjá løgtinginum helst fer at føra til, at trýstið til enn fleiri broytingar á økinum fer at veksa.
Landsstýrismaðurin sigur seg stúra fyri, at næsta kravið verður skrásett parlag.
- Nei, hetta er ikki gott, tí við samtyktini góðtaka vit, at tað at liva samkyndur er náttúrligt í okkara samfelag, sigur hann.
Jógvan á Lakjuni sigur, at hann bæði hevur roynt á ávirka sín egna partamann og onnur í løgtinginum, men hann ásannar, at hetta eydnaðist ikki, nú uppískoytið er endaliga samtykt.
- Eg eri ómetaliga keddur yvir, at hetta skuldi henda, og eg má ásanna, at eg gjørdist ógvuliga skakkur í tinginum hendan dagin, tí hetta hevði eg ikki væntað, sigur landsstýrismaðurin.

Harmir veljarar
Spurdur, hvat hansara veljarar fara at siga til, at 10 av hansara samgongutinglimum vóru fyri at atkvøða uppískoytið ígjøgnum, sigur Jógvan á Lakjuni:
- Sjálvandi eru mínir veljarar ikki fegnir um hetta, og eg havi følt meg at hava fullan uppbakning í míni støðutakan í hesum máli. Eg vænti, at mínir veljarar eru líka so vónsviknir, sum eg eri, leggur hann aftrat.
Landsstýrismaðurin sigur, at tá ið hendan samgongan varð skipað, var tað ein "tigandi avtala", sum segði, at skrásett parlag ikki kemur upp á tal, meðan hendan samgongan situr.
- Hetta málið kom so "snýkjandi" upp á ein undarligan máta á tingborð gjøgnum andstøðuna, men eg eri ógvuliga vónsvikin av, at samgongan hjálpti so væl til at fremja hesa broyting.
Málið um uppískoyti í grein 226b hevur ført til, at eitt nú Karsten Hansen, tinglimur Tjóðveldisfloksins í Norðoyggjum, møguliga fer at taka seg úr Tjóðveldisflokkinum.
- Tað er so trupult at rýma úr einum flokki, og eg vóni ikki, at tær røddir, sum tala ímóti hesi gongd, rýma úr flokkum, har rættiliga er brúk fyri teimum – og har tær kanska kunnu hava eina størri ávirkan enn uttanfyri flokkin, sigur Jógvan á Lakjuni.
Egin sannføring
Vit spurdu eisini landsstýrismannin, um tað ikki er í lagi, at tinglimir hava sínar egnu meiningar í etiskum málum sum hesum.
- Sjálvandi eigur tað at vera tín egna samvitska sum tinglimur, ið er avgerandi, tá ið tú atkvøður. Summi mál eru størri og meira prinsipiell enn onnur, men eg hevði vónað, at Føroya løgting í hesum málinum ikki tók undir við uppískoytinum. Tað, sum undrar meg mest í hesum førinum, er, at so nógvir tinglimir hava skift meining, endurtekur ein harmur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður Fólkafloksins.